Herovasti í Hizbollah latið lív

Herovasti í Hizbollah latið lív
Ísrael hevur framt luftálop á høvuðsstaðin í Libanon, Beirut, í dag.
 
20.09.2024 - 18:59

Sambært heilsumyndugleikum í Libanon hava níggju fólk latið lív og 59 eru særd - átta teirra eru álvarsliga særd.

Tað skrivar bretska kringvarpið.

Ibrahim Aqil, herovasti í Hizbollah, er ein teirra, ið hevur latið lív. Tað boðar talsfólk hjá ísraelsku verjuni frá. Ibrahim Aqil var millum annað limur í Jihad-nevndini, sum er hægsta hernaðarliga eindin í Hizbollah.

Sambært ísraelska talsfólkinum vóru aðrir leiðandi limir í Radwan-elituni í Hizbollah eisini dripnir í luftálopinum.

Ísraelska álopið varð framt nú støðan millum londini er serliga spent og báðir partar hava sent rakettir tvørturum landamarkið. IDF, vil vera við, at herurin hevur oyðilagt fleiri enn 100 skotpallar til rakettir ymsastaðni í syðra partinum av Libanon.

og mikudagin sendi Hizbollah rakettir inn í Ísrael, eftir at kallingartól og farradiotelefonir, sum Hizbollah-rørslan í Libanon átti, sprongdust í luftina. Hizbollah leggur Ísrael undir at hava ábyrgdina fyri spreingingunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. mai
"Her er einki annað ljóð."
191893
Mánadag 19. mai
Morgunlestur mánadagur 19.mai 2025
192051
Mánadag 19. mai
Góðan morgun Føroyar
192041
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018
Sunnudag 18. mai
FM í estetiskum fimleiki 2025
192023
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925