Tupperware farið í gjaldsteðg

Tupperware farið í gjaldsteðg
Fyritøkan skyldar 700 milliónir dollarar, og umhugsað verður at biðja um verju fyri húsagangi, so betri stundir verða at finna eina loysn
Sambært felagnum, verður Tupperware selt í 70 londum um allan heim - eisini í Føroyum.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
18.09.2024 - 15:07

Amerikanska felagið, sum eigur Tupperware, hevur stóra skuld, og er farið í gjaldsteðg.

Tupperware skyldar 700 milliónir dollarar.

78 ára gamla fyritøkan umhugsar tí at biðja um verju fyri húsagangi. Tað merkir, at leiðslan fær betri stundir til at finna loysn á fíggjarkreppuni, skrivar BBC.

Mánadagin boðaði felagið lánsveitarum sínum frá, at tað ikki longur er ført fyri at halda avtaluna um, hvussu felagið skuldi rinda niður sína skuld. 

Eftir fráboðanina fall kursurin á partabrævinum meira enn 57 prosent.

 

Tupperware var eitt stórt framstig hjá teimum, sum ikki høvdu ráð at keypa køliskáp. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Stovnað í 1946

Earl Tupper stovnaði Tupperware í 1946, og fekk einkarrætt til sermerktu plastíløtini.

Tupperware var stórt frambrot, tí við plastíløtunum kundi maturin goymast uppaftur longur, og tað hevði stóran týdning, tí køliskáp vóru ov dýr at keypa hjá nógvum familjum.

Framgongdin helt tó ikki.

Framskygda sølukvinnan, Brownie Wise, tók so um endan, og gjørdi sítt til at gera vøruúrvalið til eitt húsarhaldsnavn.

 

Tupperware-party

Hon setti sølufólk í starv, meginparturin kvinnur, sum seldu Tupperware til aðrar kvinnur heima hjá teimum - betur kent sum Tupperware-party.

- Seinastu árini hevur fíggjarliga støðan hjá Tupperware verið nógv merkt av makro-búskaparliga umhvørvinum, sigur Laurie Ann Goldman, forstjóri í Tupperware, í fráboðan til íleggjarar hjá felagnum. 

Sambært felagnum, verður Tupperware selt í 70 londum um allan heim - eisini í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678