Tænastusinnaður hýruvognsførari bjargaði ferðini

Tænastusinnaður hýruvognsførari bjargaði ferðini
Símun Pauli Dahl legði nógv fyri til tess at útvega ferðamanni ein lyklaring úr Føroyum
 
17.09.2024 - 09:43
1696587


At uppliva góða tænastu, tá vit ferðast, kann gera sítt til, at ferðin verður minnilig.

Tim Johnson, ið vitjaði oyggjarnar við ferðamannaskipi í summar, hevur í frásøgn greitt frá, at hann fekk óvanliga góða tænastu í Føroyum.

Tað var ein sunnudag klokkan trý seinnapart, og ferðamaðurin hevði ein tíma at skaffa sær ein minnislut. Tim Johnson átti lyklaringar frá øllum 149 londum hann hevði vitjað, men henda dagin hevði hann ikki funnið sær ein úr Føroyum.

Hann kærdi sína neyð á farstøðini, og alt fyri eitt fóru trý fólk, teirra millum ein hýruvognsførari, at royna at útvega lyklaring nummar 150.

Tað eydnaðist kortini ikki í fyrstu atløgu, og tí setti ferðamaðurin kós móti miðbýnum.

Meðan hann gekk niðan í býin, legði hann til merkis ein rennandi mann, ið hevði somu kós.

Tað var hýruvognsførarin, hann hevði sæð á farstøðini. Hann hevði sett sær fyri at finna ein føroyskan lyklaring.

Saman við føroyska taxaføraranum gekk Tim Johnson skundisliga runt í høvuðsstanum. Inn á hotelmóttøkur og teir fáu handlarnar, sum vóru opnir.

Førarin ringdi til handilseigarar fyri at vita, um teir kundu lata upp, soleiðis at lyklaringurin kundi skaffast. Men eingin svaraði.

At enda var klokkan so mikið, at Tim Johnson var noyddur at fara eftur umborð.

Teir báðir tóku lógvatak, og ferðamaðurin takkaði so miriliga fyri stóra innsatsin, ið var gjørdur.

Hýruvognsførarin segði, at hann ikki hevði givið skarvin yvir enn, og ætlaði sjálvur at syrgja fyri, at lyklaringurin kom umborð, áðrenn skipið sigldi.

Klokkan var fimm minuttir í fráfaringartíð, tá Tim Johnson kom umborð aftur.

- Eg fari úr úr Føroyum uttan lyklaring, men við eini góðari søgu og einum nýggjum vini, sum eg skyldi eina bjór, um eg komi aftur, hugsaði hann.

Men søgan endaði ikki har, tí morgunin eftir ringdi móttøkan á skipinum og gjørdi vart við, at seinasti bussur, sum kom umborð, hevði ein lyklaring við, og hann var oyramerktur til Tim Johnson, ið soleiðis fekk sín lyklaring nummar 150.



Her er lyklaringurin, sum Símun Pauli Dahl keypti ferðamanninum
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 5. november
Breddin: Val í USA og Tjóðveldi
183135
Týsdag 5. november
Brot úr Føroya søgu
183132
Týsdag 5. november
Góðan morgun Føroyar
183127
Týsdag 5. november
Morgunlestur týsdagur 5. november 2024
182921
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 5. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183125
Sunnudag 3. november
Við Gutta á fjalli
183008
Sunnudag 3. november
Barnamøtið hjá Heimamissiónini 2024
183007
Fríggjadag 1. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
182920