Nú er nóg mikið tosað

Nú er nóg mikið tosað
Føroya Kommunufelag talar nú at og sigur, at nóg mikið er tosað, og at okkurt má henda á útbúgvingarøkinum, so nóg nógvir námsfrøðingar fáast til bæði dagstovna- og eldraøkið.
Tórbjørn Jacobsen, formaður í Føroya Kommunufelag
Mynd: Hilmar Jan Hansen  
 
14.09.2024 - 12:48

Málið hevur verið nógv umrøtt hesa vikuna, og í dag staðfestir formaðurin í Kommunufelagnum, Tórbjørn Jacobsen, í eini grein, at “í veruleikanum hendir millum lítið og einki á útbúgvingarøkinum í Føroyum”.

Hann vísir á, at meðan kommunurnar umsita bæði dagrøkt, eldraøki og barnavernd, hevur útbúgvingarmyndugleikin hjá landinum als ikki megnað at fylgt við.

Formaðurin í kommunufelagnum endurtekur tað, hann sum borgarstjóri í Runavíkar kommunu segði fyrr í vikuni, at tað er ikki neyðugt við akademiskum útbúgvingum fyri at fáa loyst mest átrokandi uppgávurnar í gerandisdegnum.

Millum annað vísir Tórbjørn Jacobsen á, at ein temafrágreiðing frá Búskaparráðnum á vári í 2021 vísti, at tað fer at vera álvarsligur tørvur á starvsfólkum á øllum vælferðarmótum komandi árini.

Framrokningarnar vístu, at tørvur verður á stívliga 2500 fleiri starvsfólkum at arbeiða innan kjarnuvælferðartænastur longu í 2030.

At enda í greinini sigur formaðurin í Føroya Kommunufelag, at hon er “eitt uppróp í neyðini, tí nú er nóg mikið talað og tørvur er á loysnum”.

Hoyr samrøðu við Tórbjørn Jacobsen í útvarpstíðindunum:

2024-09-14-Torbjorn-Jacobsen
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. oktober
Morgunlestur mánadagur 7. oktober 2024
181713
Sunnudag 6. oktober
Møti: Útvarpsmøti úr Zarepta
181698
Sunnudag 6. oktober
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
181697
Sunnudag 6. oktober
Bolero 6. oktober
181696
Leygardag 5. oktober
Plátupanelið #021 (Break Up-plátur)
181685
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. oktober
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
181711
Fríggjadag 4. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181622
Fríggjadag 4. oktober
Veðrið
181647
Hósdag 3. oktober
Sært tú fuglin? II (1:2)
181586
Mikudag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181510