Eg gangi mínar egnu leiðir

Eg gangi mínar egnu leiðir
VIKUGESTURIN: Marjun Weihe Thomassen er fyrsti kvinnuligi stjóri í Landsverki. Men tað hugsar hon ikki so nógv um, tí áhugamál, heldur enn normar, hava stýrt hennara lívsleið.
Marjun Weihe Thomassen tók við sum stjóri í Landsverki í juli 2024
Mynd: Bárður Lydersen  
 
14.09.2024 - 11:02

Sum konfirmantur gekk hon egnar leiðir við at klippa sær stutt, meðan hinar genturnar høvdu langt hár. Og hon hevur alla sína yrkisleið ferðast á arbeiðsplássum, har yvirvág er av monnum. Men tað hevur ikki fylt nógv í hennara hugaheimi:

- Tað er ikki tí, at eg vil vera øðrvísi. Eg havi bara gjørt tað, sum eg havi havt hug til, sigur Marjun.

Hon vísur á, at hon altíð hevur havt rúm til at fylgja sínum áhugamálum, og hevði nokso fríar karmar í uppvøkstrinum:

- Eg havi ikki kent nógvar avmarkingar vegna sítt kyn. Eg eri helst feminist, men bert tí at eg haldi, at øll skulu hava javnbjóðis møguleikar og rættindi, sigur Marjun. 

 

Landsverk í einum góðum stima

At Marjun endaði í stjórasessinum í Landsverki var ikki beinleiðis ein tilvitað ætlan. Men sum fíggjarleiðari og síðani sitandi stjóri fekk hon innlit í stovnin og hug til at ganga á odda fyri at menna hann víðari:

- Landsverk hevur ment seg nógv seinastu árini, og hevur eitt sera gott grundarlag. Eg vil fegin byggja víðari á góða gongdina, sum Landsverk er í, sigur Marjun.

Marjun er forvitin av lyndi, dámar væl avbjóðingar, at hava ávirkan og at líta frameftir. Hon er eisini væl skipað, og hóast grundarlagið á Landsverkið er gott, kann ymiskt skipast enn betur, heldur hon:  

- Mín visión er at sleppa at arbeiða eitt sindur meira skipað og langsigtað. Og so vil eg, at Landsverk er eitt arbeiðspláss har fólk trívast, og sum dregur at sær dugnalig starvsfólk. Tað er týdningarmikið at hava góðar førleikar og vitan í húsinum, sum støðugt flytur okkum fram, heldur Marjun. 

 

Viðlíkahald framvegis ein stór avbjóðing

Ein av størstu avbjóðingunum hjá Landsverki er stóra eftirsleipið á viðlíkahaldi, vísur Marjun á. Hon vónar, at tá hon kann hon handa ein stovn, sum er í betri standi, enn tá hon tók við: 

- Eg hevði ynkst, at politiska skipanin hugsar eitt sindur øðrvísi. Tað er lætt at geva íløgur, men betri hevði verið, um ein nýggj íløga varð tengd at eini viðlíkhaldsjáttan, sum var samtykt saman við íløguni, sigur Marjun. 

Ein onnur avbjóðing er verkætlanarstýring av byggiverkætlanum: 

- Tað at stýra stórum byggiverkætlanum er ikki ein lætt grein, og fíggjarætlanir halda ikki altíð. Tá Glasir var bygt, hevði Landsverk ikki somu amboðini til verkætlanarstýring, sum vit hava í dag.

Seinastu árini hevur Landsverk arbeitt nógv við at menna førleikarnir at stýra byggiverkætlanum, og amboðskassin er í dag sera góður, og kann halda áfram at mennast, sigur Marjun.

 

Ein lagaligur leiðari

Marjun hevur í nógv ár starvast sum millumleiðari, men stendur nú á odda fyri einum av størstu arbeiðsplássunum í landinum. Hon er ikki eitt valdsmenniskja, men dámar at hava ávirkan og at menna.

Sum stjóri vil hon fegin leiða fólk undir ábyrgd:  

- Mær dámar at geva út ábyrgd, og havi ikki tørv á altíð at vera tann, sum úttalar seg vegna stovnin. Vit hava so nógvar serfrøðingar í Landsverki, og teir fáa víðar heimildir. Eisini hava vit hava eitt gott og dugnaligt leiðslutoymi, sum saman fer at menna virkisætlanir fyri stovnin, sigur Marjun. 

 

Lurtið eftir Vikugestinum her


 

1696212

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. oktober
Morgunlestur leygardagur 12. oktober 2024
181860
Leygardag 12. oktober
Upp á tá - 111024
181999
Leygardag 12. oktober
Jambalaja - 121024
181996
Leygardag 12. oktober
Vikan 12. oktober 2024
181988
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. oktober
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
182009
Leygardag 12. oktober
Sært tú fuglin? II (1:2) - teknmálstulkað
181995
Leygardag 12. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
181981
Leygardag 12. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181978