Borgarstjórar mugu lurta

Borgarstjórar mugu lurta
- Eitt órógvandi mynstur er komið til sjóndar, síðani stóra kommunukanningin varð almannakunngjørd, sigur Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingur
Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.09.2024 - 18:31

Hann vísir á, at ávisir borgarstjórar vilja ikki kennast við úrslitini úr kanningini hjá Kringvapinum og Lóðri, um tey ikki seta teir í eitt gott ljós.

- Í staðin fyri hava vit ein høvdingahugburð, har tað verður gjørt til einkis, sum borgarin sigur, sigur Rógvi Olavson, ið ikki skilir, at borgarstjórar ikki heldur eru takksamir fyri kanningarúrslitini.

- Slíkar kanningar eru eitt av bestu tingunum, ið kunnu hjálpa tær at stýra eftir, so tí skilji eg ikki henda hugburðin, ikki at vilja taka tað til eftirtektar, sum kanningin vísir.

Rógvi Olavson sigur, at millum skyldurnar hjá bý- og bygdaráðslimum er at lurta eftir, hvat borgararnir halda um tingini, tí tað er fólkið, sum hevur valt teir.

Her kanst tú hoyra samrøðu við Rógva Olavson:

2024-09-14-Rogvi-Olavson
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. mai
Útilív 4:6 - teknmálstulkað
191887
Mikudag 14. mai
Vigdís 3:4
191867
Mikudag 14. mai
Vigdís 4:4
191866
Mikudag 14. mai
Vigdís 2:4
191865