- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Kærumálið á Glasi og gransking í PKU-kortum
Viðgerðin av kærumálinum hjá útbúgvingrstjóranum á Glasi hevur havt sera neiliga ávirkan á álitið á Barna- og útbúgvingarmálaráðið.
Haraftrat er talan um óheimilað inntriv i leiðslurættin hjá rektaranum.
So bersøgin er rektarin, Una Joensen, í seinasta svari sínum til aðalráðið.
Poul Geert Hansen, aðalstjóri, verður í utvarpsstovuni.
Granska í PKU-kortum
PKU-kortini eru komin til Føroya, og nú skal granskast í teimum, sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum.
Hon hevur sett eina nevnd at skipa hetta. Í nevndini eru millum annað fólk, sum varða av FARGEN og aðrari gransking umframt varastjórin í Sjúkrahúsverkinum.
Margit Stóra, landsstýriskvinna í heilusmálum, verður í útvarpsstovuni.
Breddin í útvarpinum og á kvf.fo klokkan 10.