Mikkjal besti venjari í august

Mikkjal besti venjari í august
Mikkjal Thomassen er besti venjari í Allsvenskuni í august eftir at hava leitt AIK til fimm sigrar á rað
Mikkjal Thomassen hevur fingið eina sera góða byrjan sum venjari hjá AIK
Mynd: AIK fotboll  
 
12.09.2024 - 14:10

Mikkjal Thomassen er valdur til besta venjarin í august í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskan.

Tað hendir, eftir at føroyingurin hevur leitt AIK til fimm sigrar á rað. Høvuðsstaðarfelagið hevur vunnið á Västerås, Mjallby, Djurgården, Brommapojkarna og Värnamo.

 - Eg eri væl nøgdur við gongdina í seinastuni, og arbeiðið við at byggja mentan og menna liðið heldur fram. Hetta er eitt liðavrik. AIK hevur eitt frálíkt leiðslutoymi, sum arbeiðir hart og stuðlar mær í at skapa tær bestu rammurnar fyri spælararnar, segði Mikkjal Thomassen við heimasíðuna hjá felagnum.

Tá fyrrverandi KÍ-venjarin tók við starvinum miðskeiðis í juli, lá AIK mitt á stigatalvuni, men nú bjóðar stórfelagið av í kappingini um evropeisku plássini.

AIK liggur á fimta plássi, men bert trý stig eru upp til Djurgården, sum er nummar trý.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119