ECB lækkar rentuna

ECB lækkar rentuna
Hetta er fyrsta rentulækking síðani juni, sum var fyrsta lækking í fimm ár
Forsetin í ECB, Christine Lagarde, tá hon kunngjørdi rentulækkingina í dag.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
12.09.2024 - 14:43

Evropiski miðbankin ECB lækkar rentuna niður í 3,5 prosent. 

Hetta er fyrsta rentulækking síðani juni, sum var fyrsta lækking í fimm ár.

ECB lækkaði innskotsrentuna niður í 3,75 prosent í juni, og fleiri serfrøðingar væntaðu eina lækking aftrat í september.

Lækkingin, 0,25 prosentstig, samsvarar við tað, sum var væntað, og hon kemur eftir, at inflatiónin í evruøkinum í august var tann lægsta í trý ár.

12 mánaða inflatiónin var í august 2,2 prosent, meðan hon mánaðin fyri var 2,6 prosent, skrivar TV2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. oktober
Brot úr Føroya søgu
181793
Týsdag 8. oktober
Morgunlestur týsdagur 8. oktober 2024
181751
Mánadag 7. oktober
EB/Streymur kláraði frísak
181742
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
181779
Mánadag 7. oktober
3-2 (7. oktober 2024)
181765
Sunnudag 6. oktober
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
181711
Fríggjadag 4. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181622
Fríggjadag 4. oktober
Veðrið
181647