Sjónvarpskjakið fer neyvan at avgera forsetavalið

Sjónvarpskjakið fer neyvan at avgera forsetavalið
Í løtuni er okkurt, ið bendir á, at Trump hevur størri møguleika at vinna forsetasessin, heldur Tóri Højgaard, viðmerkjari
 
11.09.2024 - 14:08
1695602



Tóri Højgaard, ið fylgir væl við í amerikonskum politikki, heldur ikki, at nakar greiður vinnari var, tá forsetavalevnini hittust í beinleiðis sjónvarpskjaki.

- Báðir partar kunnu grundgeva fyri, at tey stóðu seg best.

Tað var klokkan tvey í nátt, at Kamala Harris og Donald Trump vóru í hólmgongu á sjónvarpsrásini ABC.

Hetta var fyrsta beinleiðis kjak teirra millum. Enn er ikki greitt, um fleiri kjakfundir vera áðrenn valið, 5. november.

Flestu veljarakanningar siga, at tað er púra javnt millum forsetavalevnini, men sum valskipanin er skipað, skal Harris fáa væl fleiri atkvøður fyri at verða vald.

Í løtuni bendir okkurt á, at Trump hevur fyrimun, metir Tóri Højgaard, viðmerkjari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. juli
Morgunlestur leygardagur 19.juli 2025
194090
Fríggjadag 18. juli
Radio Stjernekilde II - part 6
194670
Fríggjadag 18. juli
Praktikanturin: Bjarki Vang
194673
Fríggjadag 18. juli
RagnarRokk: Erica Stoltz um Heat Lightning
194126
Fríggjadag 18. juli
Morgunlestur fríggjadagur 18.juli 2025
194089
Nýggjastu sendingar í SV