Ísland: Makrelurin sveik

Ísland: Makrelurin sveik
Hóast ein fjórðingur enn er eftir av íslendsku makrelkvotuni, eru íslendsku uppsjóvarskipini nú farin á sild
Hóast ein fjórðingur er eftir av íslendsku makrelkvotuni, eru íslendingar nú mestsum givnir við makrelveiðini fyri í ár
Mynd: Savnsmynd  
 
10.09.2024 - 18:25

Íslendsku skipini eru nú mestsum givin at leita eftir makreli og eru í staðin farin á sild.

Tað skrivar íslendska kringvarpið RÚV.

Íslendski fiskiskapurin eftir makreli hevur verið vánaligur í ár - so vánaligur, at ein fjórðingur, ella 30.000 tons, av íslendsku makrelkvotuni uppá tilsamans 120.000 tons enn ikki er fiskaður.

Siggeir Stefánsson, framleiðslustjóri hjá Ísfelagin í Tórshøfn, sigur við RÚV, at tað er álvarsligt, at makrelfiskiskapurin hevur verið so vánaligur, og at kvotan ikki verður fiskað upp, og at tað sjálvandi hevur stóra fíggjarliga ávirkan fyri reiðaríini, kommunurnar og tey, sum starvast í vinnuni.

Hann sigur, at makrelfiskiskapurin ikki er heilt av enn, men at uppsjóvarskipini nú venda sær meira móti sildini, og at tað hevur alstóran týdning, at sildafiskiskapurin fer at roynast væl, nú makrelurin sveik.

Higartil sær út til, at sildafiskiskapurin fer at hilnast betur, men sum søluvøra er hon ikki eins góð og makrelurin.

"Sildin er ein góð umsetilig vøra, men er ikki ein so global vøra sum makrelurin, og tí er marknaðurin fyri sild meira avmarkaður," sigur Siggeir Stefánsson við RÚV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. oktober
Brot úr Føroya søgu
181793
Týsdag 8. oktober
Morgunlestur týsdagur 8. oktober 2024
181751
Mánadag 7. oktober
EB/Streymur kláraði frísak
181742
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
181779
Mánadag 7. oktober
3-2 (7. oktober 2024)
181765
Sunnudag 6. oktober
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
181711
Fríggjadag 4. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181622
Fríggjadag 4. oktober
Veðrið
181647