Sildakvotan á veg

Sildakvotan á veg
Mikudagin fer landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum at ráðføra seg við uttanlandsnevndina um norðhavssildakvotuna. fyri 2024
Nógv minni norðhavssild er nú enn fyri nøkrum árum síðani.
 
09.09.2024 - 06:10

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur gjørt uppskot um, hvussu nógva norðhavssild, føroyingar kunnu fiska í ár.

Mikudagin fer hann at ráðføra seg við uttanlandsnevndina um norðhavssildakvotuna.

Sambært kunngerð, sum kom beint fyri jól í fjør, er kvotan í ár fyribils 40.000 tons.

Skip undir føroyskum flaggi kunnu fiska 28.015 tons.

Stovnurin av norðhavssild hevur ikki verið so lítil síðani 1988. 

Tað sæst aftur í tilmælinum hjá ICES um heildarkvotuna í ár. 

Tilmæli um minni kvotu

ICES mælir til, at kvotan minkar 24 prosent niður í 390.000 tons.

Seta Føroyar sær aftur í ár eina kvotu, sum er 22 prosent av heildarkvotuni, verður føroyska kvotan sløk 86.000 tons, sum eru 26.700 tons minni enn í fjør.

Fiskifrøðingarnir halda, at tvær orsøkir eru til, at sildastovnurin er í stórari minking. 

Tilgongdin til stovnin hevur ikki verið góð síðani 2016.

Og strandarlondini hava ásett sær nógv størri kvotur, upp í 40 prosent størri, enn ICES mælir til. 

Síðani 2013 hevur eingin avtala verið millum strandarlondini um, hvussu norðhavssildin skal býtast millum londini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481