Ein roynd at sleppa undan lukti

Ein roynd at sleppa undan lukti
Nýggjur skorsteinur er settur upp á Havsbrún, og reinsianlegg verður eisini gjørt
Nýggi skorsteinurin á Havsbrún er 75 metrar høgur.
 
09.09.2024 - 11:47

Havsbrún í Fuglafirði hevur júst sett upp ein nýggjan 75 metrar høgan skorstein. Tað er ein liður í ætlanini at sleppa av við luktin frá fiskamjøls- og fóðurverksmiðjuni.

Nýggi skorsteinurin er nógv hægri enn undanfarnu skorsteinar. Tann hægsti av teimum er 47 metrar; tað vil siga, at nýggi skorsteinurin er 28 metrar hægri enn tann nú næsthægsti skorsteinurin.

Eitt reinsianlegg verður eisini gjørt.

 

Odd Eliasen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 

- Tað fara at ganga tveir mánaðir, áðrenn skipanin fer at virka, og fólk fara at merkja mun á, sigur Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún.

Í fyrsta umfari er reinsiskipanin bara knýtt at fóðurdeildini, men seinni er møguleiki at knýta mjøldeildina uppí.

Tað kostar Havsbrún millum 40 og 50 milliónir krónur at gera reinsiskipanina og nýggja skorsteinin.

Við útvarpið 8. mai í 2022 segði Odd Eliasen soleiðis:

 

09092024_Havsbrun

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. oktober
Brot úr Føroya søgu
181793
Týsdag 8. oktober
Morgunlestur týsdagur 8. oktober 2024
181751
Mánadag 7. oktober
EB/Streymur kláraði frísak
181742
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
181779
Mánadag 7. oktober
3-2 (7. oktober 2024)
181765
Sunnudag 6. oktober
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
181711
Fríggjadag 4. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181622
Fríggjadag 4. oktober
Veðrið
181647