Navia keypt bygningin hjá Andreasi í Vágsbotni

Navia keypt bygningin hjá Andreasi í Vágsbotni
Lív kemur nú aftur í gamla handilsbygningin hjá Andreasi í Vágsbotni, har einki virksemi hevur verið tey síðstu gott og væl trý árini, síðani handilin læt aftur.
Navia hevur keypt bygningin hjá Andreasi í Vágsbotni og fer at lata handil upp har, sum líkist nógv tí, sum hevur verið frammanundan
Mynd: Hilmar Jan Hansen  
 
08.09.2024 - 13:50

Nú hevur ullvøruhandilin Navia keypt bygningin, sum fyritøkan yvirtekur týsdagin, og alt bendir á, at handilin fer at líkjast sær sjálvum.

- Vit broyta ikki bygningin, men gera neyðugar umvælingar og onkra dagføring, so bæði havnarfólk og onnur fara at kenna handilin aftur, sigur Óla Kristian á Torkilsheyggi, stjóri í Navia.

Umframt handilin á Toftum, hevur Navia handil í SMS, og ætlar at halda fram við tí, nú handilin í Vágsbotni legst aftrat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
181779
Mánadag 7. oktober
3-2 (7. oktober 2024)
181765
Sunnudag 6. oktober
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
181711
Fríggjadag 4. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181622
Fríggjadag 4. oktober
Veðrið
181647