Um at lúka í mold og mentanum

Um at lúka í mold og mentanum
VIKUGESTURIN: Una Joensen hevur verið rektari á Glasi í góð tvey ár, har hon hevur sett sær fyri at fáa bestu gróðrarlíkindi fyri útbúgving og búgving av ungdómi
Una Joensen leiðir Føroya størsta klekingardepil, Glasir
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.09.2024 - 13:15

- Mær dámar væl at lúka í urtagarðinum í frítíðini.

Skal hon taka sær av løttum og savna orku, fer hon niður í moldina við spakanum at lúka ókrút.

Spurd, um hon eisini hevur sett sær fyri at lúka burtur í ymsum ónollum, sum hava fest røtur á Føroya størsta skúla, Glasi, vil hon ikki heilt kennast við myndina: 

- Soleiðis hugsi eg tað ikki. Eg haldi vit royna at fokusera upp á tað, sum er okkara endamál, sum er útbúgving og búgving av næmingum, og har skulu tingini tillagast alla tíðina. 

Una Joensen hevur verið rektari á Glasi í góð tvey ár. Hesi tvey árini hevur hon fleiri ferðir verið í miðlameldrinum. Eitt mál snúði seg um happing, har næmingar blivu burturvístir, tí teir høvdu lut í sokallaða straffbarlistanum. Eitt annað mál snúði seg um vakmyndatól. Og so hevur hon saman við leiðsluni eisini tikið stig til at avmarka fartelefonnýtsluna og internetið á skúlanum fyri at bøta um trivnaðin og undirvísingina.

Seinasta málið snýr seg um bygnaðarbroytingar, har hon hevur fingið átalu fyri sína handfaring av einari uppsøgn, sum fygldi við at gera bygnaðin einfaldari. Sjálv heldur hon seg hava gjørt alt rætt og skilir ikki kritikkin.

- Eg undrist, sigur Una Joensen, rektari á Glasi.

Hoyr alla samrøðuna við Unu Joensen her.


 

1694840

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 5. november
Breddin: Val í USA og Tjóðveldi
183135
Týsdag 5. november
Brot úr Føroya søgu
183132
Týsdag 5. november
Góðan morgun Føroyar
183127
Týsdag 5. november
Morgunlestur týsdagur 5. november 2024
182921
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 5. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183125
Sunnudag 3. november
Við Gutta á fjalli
183008
Sunnudag 3. november
Barnamøtið hjá Heimamissiónini 2024
183007
Fríggjadag 1. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
182920