Suðuroyar Sparikassi góðar tríggjar milliónir í avlopi fyrra hálvár

Suðuroyar Sparikassi góðar tríggjar milliónir í avlopi fyrra hálvár
Bæði innlánini og útlánini eru vaksin í ár, og nú er størri áhugi fyri realkredittfígging, sigur peningastovnurin
Suðuroyar Sparkassi.
 
05.09.2024 - 11:43

Suðuroyar Sparikassi hevði 3,1 millión krónur í yvirskoti fyrra hálvár í ár. Úrslitið er heldur betri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið avlopið var hevði 2,8 milliónir krónur.

Høvuðsorsøkin til framgongdina er, sigur sparikassin, at nettorentu- og ómaksgjøld eru størri, niðurskrivingarnar eru minni og at virksemið sum heild er vaksið.

Útlánini hækkaðu úr 587 milliónum krónur upp í 606 milliónir krónur, sum svarar til ein vøkstur upp á 3,2 prosent. Realkredittfíggingin vaks níggju prosent fyrra hálvár.

Innlánini vóru 752 mió. kr. sammett við 677 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør, ella 11 prosent størri.

- Í 2024 eru kundarnir aftur farnir at velja realkredittfígging til bústað, sum vit halda er eitt gott val. Vit vænta enn størri vøkstur í realkredittfígging í heyst, sigur Søren Lünell Bruhn, stjóri, í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. oktober
Brot úr Føroya søgu
181793
Týsdag 8. oktober
Morgunlestur týsdagur 8. oktober 2024
181751
Mánadag 7. oktober
EB/Streymur kláraði frísak
181742
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
181779
Mánadag 7. oktober
3-2 (7. oktober 2024)
181765
Sunnudag 6. oktober
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
181711
Fríggjadag 4. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181622
Fríggjadag 4. oktober
Veðrið
181647