- Mamma er mín hollasti stuðul

- Mamma er mín hollasti stuðul
Í februar vigaði vágbingurin 118 kilo. Nú er vektin 90,3 kilo, og hann ætlar at koma enn longur niður, áðrenn farið verður á pall í Herning 14. og 15. september.
 
05.09.2024 - 11:05
1694134

34 ár eru liðin, síðani vágbingurin Gunnar Hjelm fyrstu ferð var á pallinum í DM í bodybuilding. Nú venur hann hart fram ímóti aftur at vísa sínar vøddar. Danmarksmeistarin skal finnast í Herning seinni í mánaðinum.





Síðstu vikurnar hevur Gunnar Hjelm verið niðri og vant. Hann býr hjá mammu síni. 

83 ára gamla mamman tekur sær av, at maturin er klárur, og alt verður vigað. 

- Hon var við, tá eg byrjaði fyri 34 árum síðani, og hon er enn mín hollasti stuðul, ásannar Gunnar Hjelm.



- Kroppurin er ikki tann sami, sum tá eg var 25. Eg kann venja líka hart sum fyrr, men meira hvíld krevst, ásannar 59 ára gamli Gunnar Hjelm

Hetta er ein ógvuliga strævin tíð, viðgongur Gunnar Hjelm, men stuðulin og heilsanir frá familju og vinum ger, at at hann drívur á við góðum treysti. 

Venjingin er skipað niður í minsta smálut. Hann gongur 20 kilometrar um dagin og venur tvær ferðir.


Á náttborðinum hevur Gunnar Hjelm nakrar myndir við góðum orðum frá sínum kæru standandi
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. oktober
Brot úr Føroya søgu
181793
Týsdag 8. oktober
Morgunlestur týsdagur 8. oktober 2024
181751
Mánadag 7. oktober
EB/Streymur kláraði frísak
181742
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
181779
Mánadag 7. oktober
3-2 (7. oktober 2024)
181765
Sunnudag 6. oktober
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
181711
Fríggjadag 4. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181622
Fríggjadag 4. oktober
Veðrið
181647