Gasa: 640.000 børn skulu koppsetast

Gasa: 640.000 børn skulu koppsetast
Komandi tríggjar dagarnar skulu børn í Gasa koppsetast fyri barnalamning. Stríðandi partarnir eru samdir um at leggja vápnini, meðan koppsett verður
Koppsetingin fyri polio í Gasa byrjaði í dag. Málið er at koppseta umleið 640.000 børn næstu tríggjar dagarnar
Mynd: Jihad Al-Sharafi/AFP/Ritzau Scanpix  
 
01.09.2024 - 10:10

Í dag byrjar koppsetingin av børnum í Gasa fyri polio - tað sum eisini eitur barnalamningur.

Ísrael og Hamas eru komin ásamt um at steðga stríðnum í Gasa í nakrar tímar komandi tríggjar dagarnar, so børnini kunnu verða koppsett.

Hósdagin segði ein talsmaður hjá heimsheilsustovninum WHO, at koppsetingin skal gerast í trimum serstøkum sonum og tað verður frá klokkan 6 á morgni til klokkan 3 um dagin.

Fyrsta koppsetingarumfarið verður mitt inni í Gasa. Síðani verður farið til syðra part av Gasa, og til seinast verður koppsett í norðara parti av Gasa.

Sambært WHO má koppsetingin gerast í tveimum, og fýra vikur mugu vera millum koppsetingarnar.

Málið er at koppseta umleið 640.000 børn yngri enn 10 ár, og tey skulu øll koppsetast tvær ferðir. 1,26 milliónir skamtar eru longu nú komnir til Gasa, skrivar norska TV2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. februar
Borgarafundur um suðuroyartunnilin
204348
Týsdag 17. februar
RagnarRokk: René Berthiaume um Equinox
204332
Týsdag 17. februar
Morgunlestur týsdagur 17.februar 2026
204088
Mánadag 16. februar
Við Tórði á túri á Setrinum - (3:3)
204296
Mánadag 16. februar
Norðurljóð: STORM um Lullaby
204183
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252
Sunnudag 15. februar
Stjørnan í triðja parti
204279