Sjófuglur brúkar mánan at kunna seg, men gøtuljós ørkymla hann

Sjófuglur brúkar mánan at kunna seg, men gøtuljós ørkymla hann
Tað er serliga hesa tíðina á árinum, at sjófuglur villist inn í bygd øki, tá hann heldur gøtuljós vera máni og stjørnur
Lundi á flogi
Mynd: Ben Porter  
 
28.08.2024 - 10:55

Sjófuglur er vanliga at síggja í einum meiri ábærum umhvørvi enn í býarlívinum í Havn, men hetta kemur altso ofta fyri hesa tíð á árinum, tá pisur fara á flog fyri fyrstu ferð. 
 
Herfyri gekk ein lundapisa og mól í Gundadali í Havn, og í nógv ár er drunnhvíti endaður nærindis lyktapelum úti við Strond. 
 
Tað er ljósið í býnum, sum ørkymlar fuglarnar, sigur Sjúrður Hammer, umhvørvisgranskari. 
 

240826_NET_SJURDUR_HAMMER_01


 
Brúkar mánan at kunna seg 
 
Vanliga heldur sjófuglur til í bergi og á firðum, men hesa tíðina á árinum kann hann eisini síggjast reika runt í býum og bygdum í Føroyum. 
 
Serliga eru tað náttarvirknir sjófuglar sum drunnhvíti og skrápur, ið reiðrast í holum, sum villast inn á upplýst økir, sigur Sjúrður Hammer. 
 
Hesir fuglar brúka náttarljós frá mána og stjørnum at kunna seg. Men av ókendum orsøkum verður sjófuglur serliga drigin at ljósi frá til dømis lyktapelum. 
 
Av misgáum setur hann tí kósina móti ljóskeldum í bygdum økjum, og hetta hevur ofta við sær, at hann villist inn í býir og bygdir, har hann endar við at liggja strandaður undir lyktapelum.

 

240826_NET_SJURDUR_HAMMER_02


Ljósið verður kannað

Hetta er ikki nýtt fyribrigdi í umhvørvisgransking.

Líka síðani vit fingu ravmagn í Føroyum, hevur mannagjørt ljós havt árin á okkara umhvørvi, sigur Sjúrður Hammer.

Hetta verður kallað ljósdálking, og í Føroyum er tað serliga sjófuglur, ið verður ávirkaður. Men hóast mann veit, at gøtuljós og aðrar mannagjørdar ljóskeldur ávirka sjófugl, er ikki staðfest enn, hvat slag av ljósi er serliga viðkvæmt fyri fuglin.

Tað skal ein nýggj kanning vísa.

Ben Porter úr Wales er í løtuni í Føroyum og kannar, hvørjum ljósbylgjum serliga drunnhvítin verður drigin at.

Kanningin verður gjørd í sambandi við eina ph.d.-ritgerð, og er eitt samstarv við náttúrufrøðingarnar Jens-Kjeld Jensen og Jógvan Thomsen í Nólsoy. 

Verkætlanin verður liðug um trý ella fýra ár. Men sambært Sjúrði Hammer, vegleiðara, er ætlanin at koma við frágreiðingum og tilmælum, so hvørt sum okkurt kemur fram, ið er týdningarmikið hjá almenninginum at vita. 

 

240826_NET_SJURDUR_HAMMER_03


 
Átøk kunnu hjálpa upp á støðuna
 
Enn ber ikki til at siga, hvussu stórur hesin trupulleikin er, ella um hetta í heila tikið er ein trupulleiki í Føroyum, sigur Sjúrður Hammer. 
 
Tí er tað ikki vist, at neyðugt er at seta tiltøk í verk, sum nú er. Men um støðan broytist, eru møguligar loysnir, sum kunnu hjálpa upp á støðuna. 
 
Millum annað ber til at dempa gøtuljós, sigur Sjúrður Hammer. Í einum parti av Skotlandi verða ávís gøtuljós antin dempað ella sløkt, frá midnátt og til klokkan fimm um morgunin. 
 
Eisini ber til at hjálpa vilstum lundapisum á sjógv. Hetta kenna vit til dømis úr Íslandi og Mykinesi, tá lundapisur av misgáum eru endaðar í bygdum øki. 
 
Í Føroyum eru árin frá ljósdálking serliga eyðsýnd í teimum stóru sjófuglaøkjunum í Nólsoy og Mykinesi, men eisini í Sandoynni og Skúvoynni er vilstur sjófuglur funnin undir lyktapelum, tá hann av óvart hevur sett kós móti gøtuljósi. 

 

Drunnhvíti í Nólsoy

Caption: 
Drunnhvíti í Nólsoy
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. oktober
Brot úr Føroya søgu
181793
Týsdag 8. oktober
Morgunlestur týsdagur 8. oktober 2024
181751
Mánadag 7. oktober
EB/Streymur kláraði frísak
181742
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
181779
Mánadag 7. oktober
3-2 (7. oktober 2024)
181765
Sunnudag 6. oktober
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
181711
Fríggjadag 4. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181622
Fríggjadag 4. oktober
Veðrið
181647