Urd Johannesen: Gev mær mótstøðu heldur enn líkasælu

Urd Johannesen: Gev mær mótstøðu heldur enn líkasælu
Í Vindagnum hugleiðir Urd Johannesen, mentanarsamskipari, um náttúruna, um kærar vinkonur, ið alt ov tíðliga fóru foldum frá, og um eina ommu, sum framvegis býr í huganum
Mynd: Bárður Lydersen  
 
21.08.2024 - 16:00

"Eg er miðlingur, veðrur og ja, forrestin, so var eg eisini kolikkbarn."

Soleiðis lýsir Urd Johannesen, mentanarsamskipari í Runavíkar kommunu, seg sjálva, nú hon í dag gloppar Vindagið. 

Urd Johannesen er 57 ára gomul, ættað av Glyvrum, men búsitandi á Argjum saman við manninum Bernhardi Wilkinson. Saman hava tey ein son, meðan Urd eisini hevur ein son frá einum fyrrverandi forholdi. 

Hon hevur trý áhugamál, sum kanska ikki siga so nógv um Urd, men kortini siga Urd nógv: 

At syngja, at skriva og at ganga í náttúruni.

 

Kronos og kairos

Tað eru trupult at lýsa hesar dvøljurnar í einum, heldur Urd, tí tað, tær geva, er so ymiskt.   

"Við sanginum er tað felagsskapurin í einum kóri og serliga kenslan av at brúka røddina í harmoni ella disharmoni við aðrar røddirg. Hinvegin er tað ein einsamøll dissiplin at lesa og skriva. Tá leiti eg inn í eina aðra verð, har eg kann fordjúpa meg og skúgva alt ljóð og óljóð til viks. Og hugurin at ganga úti í náttúruni, ofta einsamøll, ja, hvaðani stavar hann?" hugleiðir Urd Johannesen í Vindaginum. 

Kanska hugtøkini kronos og kairos, ið gomlu grikkarnir brúktu, kortini kunnu nýtast til at lýsa dvøljurnar hjá sær, heldur Urd. 

"Kronos er tíðin, vit kunnu máta við klokkum og kalendarum. Og har vit ítøkiliga kunnu siga, hvussu leingi tað tekur, til sólin rísur og setir. Kairos er eitt annað slag av tíð. Hon snýr seg ikki um at telja minuttir, men um serligar løtur, ið fáa okkum at steðga á, tá ið heimurin stendur stillur, og vit fyllast við onkrum orðleysum kenslum."


Mynd: Bárður Lydersen

 

Mítt frælsislyndi kom til sjóndar nokk so skjótt, og eg kundi missa meg sjálva og tíðina burtur, inntil pápi mín fór út á altanina og floytaði - tá var tíð at koma heim at eta nátturða.

Urd Johannesen

 

'Vit' er ikki til longur

Í Vindagnum hugleiðir Urd Johannesen eisini um lívið, tí tað eru tveir leikir í okkara æviskeiði á foldum, sum vit menniskju hava í felag.

"Vit eru tann eina sáðkyknan, ið vann dystin ímóti øllum hinum milliónunum av sáðkyknum. Tað, ið sjálvum sær er eitt bragd og ikki nøkur sjálvfylgja. Hin leikin standa vit øll í fyrr ella seinni, og úrslitið er givið frammanundan; at vit øll skulu foldum frá aftur. Spurningurin er bara nær?" 

Tvær av bestu vinkonunum hjá Urd Johannesen fóru í annað ljós alt ov tíðliga. Turid Ludvig 48 ár gomul og Durita Brattaberg 51 ára gomul. Báðar fingu bróstkrabba.

"Turid doyði 3. januar 2015. Eg og Durita vóru og fylgdu henni í Ikast og sungu 'Føgur er foldin', eins og hon hevði ynskt tað. Góðar tveir mánaðir eftir tað, fekk Durita staðfest bróstkrabba. Eg ivaðist ikki í, at Durita fór at gerast frísk. Tað bar ikki til annað. Men soleiðis gekk ikki. Hon doyði 8. mars í 2019 - sjálvandi Durita, doyði tú á sjálvum altjóða kvinnudegnum." 

Tað er sorgblítt at vera tann, ið situr eftir við minnunum, ásannar Urd Johannesen. 

"Saman við teimum báðum, mest hvør sær, men eisini saman allar tríggjar, havi eg upplivað so nógvar serligar løtur, sum eg nú beri við mær einsamøll. Eg fái ikki deilt tær við nakran annan. Vit kunnu ikki sita við borðið og siga "minnist tú hina ferðina, tá ið vit...", tí 'vit' er ikki til longur."


Mynd: Bárður Lydersen

 

Náttúran tapti

Urd Johannesen, sum er búsitandi á Argjum, nemur eisini við mótstøðuna ímóti og stríðið fyri at royna at steðga byggingini av nýggju Argja kirkju við Sandá. Urd bleiv í stóran mun ímyndin av stríðnum, ið at enda var til fánýtis.

"Tey flestu munnu kenna til gongdina í málinum, og øll munnu vita, at eftir tógvið stríð og stóra mótstøðu, so var endaligt byggiloyvi givið. 29. februar í ár. Ein svartur dagur, har ikki eg, ella øll hini mótstøðufólkini taptu, men har náttúran tapti, enn einaferð."

Urd hugleiðir eisini um, hvørt stríðið var tað vert? Um hon hevði farið upp í hendan dystin aftur?

"Jú, tað hevði eg. Eg kann hyggja meg sjálva í eyguni og siga, at eg havi gjørt tað, eg megnaði. Gev mær mótstøðu heldur enn líkasælu. Líkasæla er ein rotin kensla, haldi eg, og kann drena súrevni úr øllum livandi, ímeðan mótstøða noyðir meg at tamba og skerpa grundgevingarnar. Men enn sum áður kann eg eisini bara staðfesta, at tað at brúka eyguni, hjartað og skynsemi tænir náttúruni eins væl, sum gloymdu orðini í einari lóg."

"Gev mær mótstøðu heldur enn líkasælu. Líkasæla er ein rotin kensla, haldi eg, og kann drena súrevni úr øllum livandi, ímeðan mótstøða noyðir meg at tamba og skerpa grundgevingarnar"

Urd Johannesen


Mynd: Bárður Lydersen

 

>>Hoyr Urd Johannesen gloppa Vindagið á KVF Ljóð

 

Tónleikur, sum Urd hevur valt til sendingina:

Supertramp – The Logical Song 
Fleetwood Mac – Songbird 
The King’s Singers – And So It Goes 
Paul Simon – Still Crazy After All These Years
Susanne Sundfør - Blómi

 

 

Upphavið
yrking eftir Urd Johannesen

eg hoyri mínar barnaskógvar,
renna oman til ommu,
eg veit at hon altíð er har
- situr í sama stað,
beint innan fyri dyrnar
í køkinum
hon etur havragreyt um morgunin
drekkur te, við mjólk í -
mjólkin skal í fyrst, sigur hon
- eg veit hví.
hon eigur altíð bomm í skápinum
og skipskeks í ovninum
og súreplir í spískamarinum,
- hon sigur altíð ja.
hon loysir orðagátur,
lesur og lurtar eftir norðmanninum
ella tosar um ætt og skyldskap.
hon elskar smáfuglarnar í garðinum
- tó mest kvørkveggjuna,
tí hon syngur so vakurt,
fuglarnir eta av breyðmolunum,
inntil likkan spillur løtuna.
fuglar hava veingir
omma er lamin.
eg spyrji,
hon veit altíð okkurt svar
hon spyr, um mamma hevur signað meg-
um eg svari nei, signar omma meg
og gevur mær ein koss á kinn,
hon angar av góðtøku,
eg svari altíð nei
og renni heim
í vælsignaðum
barnaskóm

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. oktober
Morgunlestur leygardagur 12. oktober 2024
181860
Leygardag 12. oktober
Upp á tá - 111024
181999
Leygardag 12. oktober
Jambalaja - 121024
181996
Leygardag 12. oktober
Vikan 12. oktober 2024
181988
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. oktober
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
182009
Leygardag 12. oktober
Sært tú fuglin? II (1:2) - teknmálstulkað
181995
Leygardag 12. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
181981
Leygardag 12. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181978