Blinken heim aftur sum av torvheiðum

Blinken heim aftur sum av torvheiðum
Eingin friðaravtala er komin í lag millum Hamas og Ísrael
Antony Blinken hevði tíðindafund á flogvøllinum í Doha, áðrenn hann fór heim aftur til USA.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
21.08.2024 - 08:19

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, fór í gjárkvøldið heim aftur úr Miðeystri, uttan at nøkur friðaravtalu er komin í lag millum Hamas og Ísrael.

Hetta er níggjundu ferð, at Blinken vitjar Miðeystur, síðani kríggið millum Hamas og Ísrael brast á 7. oktober.

Blinken sigur, at Ísrael er til reiðar at góðtaka uppskotið, sum liggur á borðinum. Tað segði hann á flogvøllinum í Doha í gjárkvøldið:

 

21082024_Blinken

 

Men tað er skeivt, sigur Hamas. Talsmaðurin, Osama Hamdan, sigur, at Hamas kennir ikki til avtaluna, sum Blinken vísir til.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744