Silja vann bæði tølt og tvíspor

Silja vann bæði tølt og tvíspor
Silja G. Eystberg hevði ein frálíkan dag, tá heystkappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag var leygardagin. Unga havnarkvinnan vann bæði tølt og besta flokkin í tvíspori
Silja G. Eystberg er fremst í FM-kappingini í tølt og tvísporii
Mynd: Føroya Ríðingarfelag  
 
18.08.2024 - 14:45

Silja G. Eystberg vann bæði tølt og besta flokkin í tvíspori, tá heystkappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag var leygardagin, og kann nú vinna FM í báðum greinunum, tá síðsta kappingin verður í Vágum um tvær vikur, skrivar Føroya Ríðingarfelag.

Unga havnargentan vann fyrst tølt á hestinum Tango, og síðan vann hon tvíspor á hestinum Óðin. Hon er samanlagt fýra stig fremst í tølt, og í besta flokkinum í tvíspori er hon eitt stig framman fyri Alberg B. Lútzen á Braga.

Tí er lagt upp til spennandi uppgerð um føroyameistaraheitið 31. august.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Gudstænasta úr Vestmanna kirkju
205299
Leygardag 7. mars
Føroyar - Grikkaland, fyrri dystur
205297