Marjun Syderbø Kjelnæs: Trupult at finna dirvið at trína fram

Marjun Syderbø Kjelnæs: Trupult at finna dirvið at trína fram
Marjun Syderbø Kjelnæs, rithøvundur, er vertur í Vindagnum hesa ferð. Hon hugleiðir eitt nú um at tora at standa við sínar hugsanir og sítt samstarv við Eivør Pálsdóttir
Marjun Syderbø Kjelnæs, sum vit føroyingar í dag kenna hana - skrivandi
Mynd: Bárður Lydersen  
 
14.08.2024 - 15:30

Í Vindagnum í dag er Marjun Syderbø Kjelnæs, rithøvundur.

Hon hugleiðir um at hyggja at heiminum, sum hann er, tora at seta torførar spurningar og at standa við sínar hugsanir. Men eisini um at tora at trína fram.

Fyrstu stuttsøguna til útgávu skrivaði Marjun Syderbø Kjelnæs í ár 2000, tá hon var 26 ára gomul.

Frammanundan hevði hon skrivað okkurt, sum líktist yrkingum og prosapettum á lepar og kaffifiltur og kanska í onkra ljósareyða dagbók. 

Spurningurin var, um tað kundi gerast meira enn tað? Kundi hon røkka onnur og kanska finna sína egnu rødd? 


Mynd: Bárður Lydersen
 

Av ymsum orsøkum var trupult at finna dirvið at trína fram.

"Tað var ikki so líka til hjá mær, hetta við skrivingini. Fyri tað fyrsta, so vóð eg upp undir miðju við søgum, ið vóru skrivaðar um menn av monnum. Og fyri tað næsta, so var tað uppi í tíðini at tosa kvinnurnar, ið skrivaðu, niður. At niðra og speireka var góðkent." 

Tá var tað, at ein onnur rødd, ein ung rødd, ið ikki ræddist framtíðina, fór at ljóma í Føroyum.  

"Eivør var 17 ár tá. Hon var miðvís, djørv og hevði ætlanir." 

Marjun goymdi greinina um Eivør, og kanska var tað hon, sum gjørdi, at Marjun í síðstu løtu læt stuttsøgu sína inn til kappingina, og so var hol komið á. 

 

>>Hoyr Marjun Syderbø Kjelnæs lata sítt vindagið upp her

 

Tónleikur, sum Marjun Syderbø Kjelnæs hevur valt til sendingina: 

Annika Hoydal - Tú minsta land 
Lena – Good To Be Kind  
Eivør, DR Big Band og DR Vokal Ensemble - Vøgguvísa, ein kópakona syngur  
Eivør - Jarðartrá 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. oktober
Morgunlestur leygardagur 12. oktober 2024
181860
Leygardag 12. oktober
Upp á tá - 111024
181999
Leygardag 12. oktober
Jambalaja - 121024
181996
Leygardag 12. oktober
Vikan 12. oktober 2024
181988
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. oktober
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
182009
Leygardag 12. oktober
Sært tú fuglin? II (1:2) - teknmálstulkað
181995
Leygardag 12. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
181981
Leygardag 12. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181978