Maður skuldsettur fyri at hava skotið ein lóm í Saksun

Maður skuldsettur fyri at hava skotið ein lóm í Saksun
Hann er skuldsettur fyri at bróta lógina um fuglaveiðu, og fyri at skjóta fugl á jørðini hjá øðrum. Maðurin noktar seg sekan
Tað var ikki ein tespillig sjón, ið møtti fólkum í Saksun í gjárkvøldið. Lómurin er friðaður
Mynd: Jóhan Jógvansson á Facebook  
 
14.08.2024 - 10:57

Ein maður er skuldsettur fyri at hava skotið ein lóm í Saksun í gjárkvøldið.

Maðurin noktar seg sekan.

Hann er skuldsettur fyri at bróta lógina um fuglaveiðu, og fyri at skjóta fugl á jørðini hjá øðrum.

Lómur er friðaður í Føroyum.

Politiið hevur eisini tikið eina høglbyrsu, sum var í bilinum hjá manninum.

Tað var bóndin í Saksun, ið sá byrsumannin og boðaði politinum frá.


Mynd: Jóhan Jógvansson á Facebook
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. juli
Morgunlestur mikudagur 9.juli 2025
194081
Týsdag 8. juli
Morgunlestur týsdagur 8.juli 2025
194080
Mánadag 7. juli
Poppverturin
194151
Mánadag 7. juli
Praktikanturin: Sesilia Sørensen
194139
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076
Leygardag 5. juli
Video: 10mf, varmakelda 2025
194074