Lærarafelagið: Rætt at Føroyar eru við í PISA-kanningunum

Lærarafelagið: Rætt at Føroyar eru við í PISA-kanningunum
Kanningar og royndir kunnu vera góður stuðul, um tær vera brúktar rætt, heldur Føroya lærarafelag
Úrslitið av PISA-kanningini frá 2022, ið var søguliga ringt í støddfrøði, verður lagt fram
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.08.2024 - 08:53

Tað er rætt, at Føroyar eru við í altjóða PISA-royndum og hava heimligar landsroyndir, sama um umrøðan av úrslitunum er villleiðandi.

Tað boðar Lærarafelagið frá í grein í Skúlablaðnum

"Kanningar og royndir kunnu vera góður stuðul, um tær verða brúktar rætt," sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum.

 

Gera neyðugar tillagingar

PISA-kanningin heldur okkara skúlaskipan upp ímóti eini skipan, sum OECD setir sum fyrimynd.

Føroyski fólkaskúlin samsvarar ikki væl við hesa fyrimynd, ásannar Lærarafelagið. 

"Tað eiga vit at taka til okkum og gera neyðugar tillagingar," heldur formaðurin.

 

Megna illa at nýta rokniark

Gott dømi er, at føroyskir næmingar megna illa í støddfrøði at nýta rokniark og dynamisk geometriprogramm.

Hetta var eisini ein av høvuðsorsøkunum til laka PISA-úrslitið í støddfrøði. 

"Úrslitið samsvarar við tað, sum vit síggja í okkara undirvísing í støddfrøði," staðfestir Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya lærarafelag. 

"Har eru lítil og eingi krøv um at nýta rokniark ella dynamisk geometriprogramm, hvørki í námsætlanini ella í uppgávunum til fráfaringarroyndina," leggur hann afturat.


Andlitsbráini hjá landsstýrismanninum í Barna- og útbúgvingarmálum og aðalstjóra hansara søgdu alla søguna, tá úrslitið av seinastu PISA-kanning bleiv lagt fram (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 

Dumpaðu seinast

PISA-úrslitið frá seinastu kanningini var almannakunngjørt, vóru røddir, sum søgdu, at hetta vóru ræðandi tíðindi um fólkaskúlan.

Meira enn undanførslur skuldu til at vinna á hesum, var sagt.

>>Sí eisini: "Afturgongdin svarar til tvey floksstig"

Løgtingslimir, tíðindafólk og onnur hava eisini sagt, at næmingar og lærarar eru dumpaðir, nú úrslitini í PISA-kanningini ikki vóru góð. 

Dáratala og órógvandi umrøða av PISA-kanningini og fólkaskúlanum frá ráðandi fólkum, sigur formaðurin í Lærarafelagnum. 


Jacob Eli Olsen, formaður í Føroya lærarafelag (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Einki uttan læraran

Nevndin í Lærarafelagnum hevur arbeitt fyri, at lærarar og skúlastjórar eru við, tá kanningarúrslit skulu greinast, og átøk skulu gerast, fólkaskúlanum at gagni. 

Tí tað eru lærarar og skúlastjórar, sum dagliga dríva verkið, sum vita best, hvat rørir seg í skúlanum. 

Okkara mál er einki um læraran uttan um læraran. Tá lærarin verður viðgjørdur, má lærarin vera við, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. september
HOYMA í 10 ár
180870
Mikudag 18. september
Skratsj 18. septembur 2024
180866
Mikudag 18. september
LEITISSTEIN 17.09.2024 (Jósef Zachariassen)
180857
Mikudag 18. september
Góðan morgun Føroyar
180846
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
180838
Týsdag 17. september
Veðrið
180822
Mánadag 16. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
180769
Mánadag 16. september
3-2 (16. september 2024)
180768
Sunnudag 15. september
Møti úr Hebron í Leirvík
180712