Japan skal hava nýggjan forsætisráðharra

Japan skal hava nýggjan forsætisráðharra
Fumio Kishida boðaði í morgun frá, at hann fer frá sum formaður fyri liberala demokratiska LDP-flokkin í september og harvið eisini úr starvinum sum forsætisráðharri
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
14.08.2024 - 11:30

- Japanska fólkið tørvar broytingar, og skal tí hava nýggjan forsætisráðharra.

Tað var boðskapurin í morgun, tá Fumio Kishida boðaði frá, at hann fer frá sum formaður fyri liberala demokratiska LDP-flokkin í september og harvið eisini úr starvinum sum forsætisráðharri.

Tað skrivar DR.

 

Stór misnøgd

Fumio Kishida tók við sum japanskur forsætisráðharri í 2021.

At fólk eru misnøgd við hann, sum forsætisráðharra, er høvuðsorsøkin til avgerðina um at fara frá, sigur Philip Róin, tíðindamaður hjá DR í Ásia.

Serliga er tað fíggjarpolitikkurin, sum ger, at fólk eru misnøgd.

 

Sperdar familjur

Sambært BBC eru japanska familjur sperdar, tí prísvøksturin á vanligum matvørum hækkar støðugt.

Japan er heimsins fjórðstørsti búskapur.

Nógv mál um mutur í liberala demokratiska LDP-flokkinum hava eisini gjørt sítt til stóru misnøgdina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. juni
Kallið:"Lívið er ein ferð".
193227
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Nýggjastu sendingar í SV