25 ára gamal svii handtikin í Keypmannahavn við tveimum handgrantum

25 ára gamal svii handtikin í Keypmannahavn við tveimum handgrantum
Sviin er enn ein í longu røðini við svium, sum eru tiknir fyri at vera við í brotsgerðum í Danmark
25 ára gamli sviin verður tikin í Tingbjerg í Keypmannahavn
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
14.08.2024 - 10:38

Politiið í Keypmannahavn handtók í gjárkvøldið ein 25 ára gamlan svia, sum hevði tvær handgranatir uppi á sær.

Handtøkan var í Tingbjerg í Keypmannahavn.

Maðurin er í grundlógaravhoyring í rættinum á Frederiksberg, sum byrjaði klokkan 08.30 í dag.

Tað skrivar politiið á miðlinum X sambært DR.

25 ára gamli sviin er enn ein í longu røðini við svium, sum eru tiknir fyri at vera við í brotsgerðum í Danmark. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112
Týsdag 20. mai
3-2 (19. mai 2025)
192108
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017