- Tað hevur stóra ávirkan á lundan

- Tað hevur stóra ávirkan á lundan
Silas Olofson, fuglaserfrøðingur, ivast ikki eina løtu í, at tað hevur stóra ávirkan á fuglin, um fólk ganga í økinum, har hann heldur til.
Silas Olofson mælir eigarunum í Mykinesi til at hugsa seg væl um, áðrenn gøtan verður latin upp aftur.
 
11.08.2024 - 19:57

Jarðareigararnir í Mykinesi umhuga at lata gøtuna upp aftur, sum gongur út í hólman. Tað kom fram í útvarpstíðindunum í KvF leygarkvøldið, tá Finn Hansen, hagastýrisformaður í haganum, har Lambin, har størsta lundalandið í Føroyum, liggur.

Eingin avgerð er tikin enn, sigur Finn Hansen, sum leggur afturat, at eigararnir hugsa um fuglin fyrst og fremst.

Tað ger Silas Olofson, fuglaserkønur, eisini og sambært honum er eingin ivi um, at tað ávirkar fuglin nógv, um gøtan verður latin upp aftur.

Saman við Jón Aldará hevur Silas Olofson júst verið í Mykinesi og í Mykineshólmi og hugt eftir, hvussu fuglurin hevur tað, og eftir at hava verið har, er hann enn meira sannførdur um. at tað hevur stóra ávirkan á lundan, um fólk er í økinum.

- Eg gjørdi eina roynd við at seta meg í Lambanum í ein hálvan tíma, og bara tað, at eg sat har, fekk fuglin at halda seg burtur. Hann tveitti fiskin og kom ikki inn, fyrr enn eg var farin, sigur Silas Olofson.

Beint oman fyri Lamban er Rógvin, har kikarin stendur til ferðafólkini at brúka, og har er nógv fólk alt summarið. Men tey standa ikki í flogrætninginum hjá fuglinum, og tey eru eisini hegnað frá, so tey ikki koma inn í økið.

Silas Olofson skilir væl, at fólk vil sleppa aftur í hólman, tí har er náttúrvakurt, men skal gøtan latast upp aftur, so hevði kanska verið skilagott við einari heilt nýggjari brúgv, longri uppi, so fólk ikki fara at ganga ígjøgnum lundalandið í Lambanum, og ístaðin koma at ganga í erva, eisini tá tey koma út í hólman. Um tað ikki ber til, tí tað er dýrt at byggja nýggja brúgv, so mælir hann eigarunum til at hugsa seg væl um, áðrenn nøkur avgerð verður tikin. Tí hon fær stóra ávirkan á fuglalívið, sigur hann.

Lurta eftir innslagnum um evnið, sum var í tíðindasendingini klokkan 14.00.

Silas_um_gongdina_i_holman

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. september
Bolero - Brahms og Chopin
180991
Fríggjadag 20. september
Brot úr Føroya søgu
180967
Fríggjadag 20. september
Góðan morgun Føroyar
180963
Fríggjadag 20. september
Morgunlestur fríggjadagur 20. september 2024
180552
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. september
Veðrið
181000
Fríggjadag 20. september
Prestur og Rógvi
180259
Fríggjadag 20. september
Løgreglukvinna og sløkkiliðsmaður
180263
Fríggjadag 20. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
180953
Mikudag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
180838