Summarfestivalurin byrjar í dag

Summarfestivalurin byrjar í dag
Summarfestivalurin í Klaksvík byrjar seinnapartin í dag klokkan trý við skrúðgongu og gøtukarnevali, sum fer úr Klaksvíksgarðinum heim í Silvaland
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.08.2024 - 10:56

Næstu dagarnar fer ein rættiliga fittur partur av Føroya fólki at uppihalda seg í Klaksvík, tí í dag byrjar ársins Summarfestivalur. 

Vanliga verður sagt, at okkurt um 10.000 fólk vitja festivalin. 

Summarfestivalurin byrjar klokkan trý seinnapartin við skrúðgongu og gøtukarnevali. Har vera pyntað børn, dansandi ungdómur, Silvi, Bubu, Gula Bamsan, brandbilur og kreativir festivalgestir. 

Børn og barnsligar sálir eru vælkomin í skrúðgonguna, sigur Summarfestivalurin.

 

Nógv á skránni í Silvalandi

Silvalandið verður aftur í ár í ítróttarhallunum við tónleikapalli, hoppiborgum, ballónlandi, boingbóltum, pinkuøki, gandakendum djóraheimi, víkingabygd og mangt annað. 

Silvaland er opið festivaldagarnar frá kl. 15.00 til 19.00.

Og festivaldagarnir eru í dag, í morgin og leygardagin.

>>Sí eisini: 10 ting tú mást hoyra á Summarfestivalinum
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Heðin Brú 1:2
189508
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386