Kringvarpið vísir Europa League-dystin hjá KÍ

Kringvarpið vísir Europa League-dystin hjá KÍ
KÍ skal í kvøld royna at spæla seg eitt fet nærri at Europa League-bólkaspælinum á Tórsvøllinum. Mótstøðuliðið er Borac Banja Luka úr Bosnia-Hersogovina, og KVF vísir dystin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.08.2024 - 15:00

Tað eydnaðist ikki KÍ at spæla seg víðari í Champions League-kappingini, men í kvøld fær KÍ so møguleikan í Europa League. 

Fyrri dysturin fram móti Europa League-bólkaspælinum verður spældur á Tórsvølli í kvøld klokkan 18, har mótstøðuliðið er Borac Banja Luka úr Bosnia-Hersogovina. 

Vónirnar um, at KÍ kann vinna á bosniska liðnum, eru góðar.

Kringvarp Føroya vísir dystin í sjónvarpinum, og vit byrja at senda klokkan 17.50.

Í eini roynd at lokka fólk til dystin, nú Summarfestivalurin eisini fer av bakkastokki í Klaksvík í dag, hevur KÍ lækkað prísin á atgongumerkjunum. 

Atgongumerkini á Tórsvølli í kvøld kosta nevniliga bara 100 krónur fyri vaksin og 50 krónur fyri børn.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. mai
Jambalaja - 170525
191991
Leygardag 17. mai
Upp á tá - 160525
191988
Leygardag 17. mai
Morgunlestur leygardagur 17. mai 2025
191673
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
191963
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959
Fríggjadag 16. mai
Útilív 5:6 - teknmálstulkað
191887
Fríggjadag 16. mai
Útilív 4:6 - teknmálstulkað
191955