- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fram í tveimum aftur í fimm
Fram í tveimum aftur í fimm
Fólkatalið í Suðuroynni er minkað eitt prosent seinasta árið
08.08.2024 - 08:29
Fólkatalið í Suðuroynni er minkað eitt prosent seinasta árið.
Tað skrivar Tvøroyar kommuna á heimasíðuni, har nýggjastu tølini hjá Landsfólkayvirlitinum eru.
6. august vóru 4.617 fólk í Suðuroynni, 46 færri enn 6. august í fjør.
Men í Tvøroyar kommunu er fólkatalið tó vaksið, eisini eitt prosent.
Tað var 1.760 6. august, 17 fleiri enn 6. august í fjør.
Minkaði í fimm
Í Sumbiar kommunu eru eisini fleiri fólk nú, men tó bara eitt fólk.
Í hinum fimm kommununum í Suðuroynnni er fólkatalið minkað seinasta árið.
Í prosentum mest í Fámjin, 7,5 prosent.
Men í fólkatali er minkingin størst í Vágs kommunu.
Har búðu 34 færri fólk 6. august enn 6. august í fjør, skrivar Tvøroyrar kommuna.
Í Vágs kommunu eru nú 1.346 fólk.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV