- Tíðindi, mentan og ítróttur
Færri nýggir fleiri brúktir
Framvegis vera færri persónbilar skrásettir í Føroyum í ár enn í fjør.
Teir vóru 80 í juli í fjør, men bara 56 í juli í ár.
Tað eru 24 prosent færri enn í fjør.
Men onnur akfør eru fleiri í ár, so samanumtikið er minkingin 17 prosent.
Til 1. august vóru 231 færri persónbilar skrásettir í ár enn í fjør.
Samanumtikið vóru skrásett næstan 21 prosent færri nýggj akfør frá 1. januar til 1. august í ár enn somu tíð í fjør.
Brúkt akfør
Brúktir bilar koma eisini til Føroya, men teir eru ikki nógvir.
Teir eru tó nógv fleiri í ár enn í fjør, næstan dupult so nógvir.
Innflutt brúkt akfør, sum vóru skrásett, vóru 253 til 1. august.
Tey vóru 128 til 1. august í fjør.
1. august vóru 2.250 elbilar í Føroyum, 455 fleiri enn 1. januar.