Ein slóðari farin um sýn

Ein slóðari farin um sýn
Í gjár, 7. august, andaðist Lisbeth L. Petersen, fyrrverandi løgtingskvinna, fólkatingslimur, forkvinna fyri Sambandsflokkin og borgarstjóri í Havn
Lisbeth L. Petersen var 85 ár, nú hon andaðist
Mynd: Thomas Koba  
 
08.08.2024 - 12:06

Lisbeth stillaði fyrstu ferð upp til býráðsval í 1984 og gjørdist fyrsta kvinna yvirhøvur, sum varð fólkavald fyri Sambandsflokkin. Henni stóð í boði longu tá at gerast borgarstjóri, men hon tók ikki av fyrr enn í 1992, í ringastu krepputíð. Hon var eisini fyrsti kvinnulig borgarstjóri í Havn. Valið eftir hetta gjørdist metval fyri Sambandsflokkin. 

Lisbeth gjørdist løgtingskvinna í 1990, og sat á tingi í 18 ár, til 2008. Í eitt trý ára skeið var hon forkvinna fyri Sambandsflokkin, og í sama tíðarskeiði varð hon eisini vald á fólkating fyri flokkin.

Lisbeth L. Petersen var dóttir Rakel og Georg Samuelsen, sum var blaðstjóri á Dimmalætting, sum í hennara uppvøkstri var málgagn hjá Sambandsflokkinum. Abbi Lisbeth var Andrass Samuelsen, fyrsti løgmaður Føroya. Politikkur var tí altíð ein týðandi partur av lívinum. 

Hon tók realprógv í Havn í 1955 og studentsprógv á Bagsværd Kostskole og Gymnasium í Danmark í 1958. Hon arbeiddi sum avloysari í ymiskum skrivstovustørvum, eitt nú á advokatskrivstovu í Havn 1960–1970, og var verkætlanarskrivari á ymiskum verkætlanum á Føroya Fornminnissavni 1980–1992. Harumframt var hon floksskrivari Sambandsflokksins frá 1982–1987, og saman við familjuni, var hon størsti einstaki partaeigari í Dimmalætting fram til 2010.

Lisbeth var partur av kvinnupolitiska umhvørvinum í Føroyum í mong ár, og var ein slóðari fyri aðrar kvinnur á politiska pallinum. Í 1992 gjørdist hon fyrsti kvinnuligi borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og í 2001 gjørdist hon eisini fyrsta kvinna, ið er vald á Fólkating at umboða Føroyar. 

Árini 1982-1986 var hon nevndarlimur og næstforkvinna í Kvinnusamskipa Føroya. Tá hon var vorðin løgtingskvinna, helt hon fram við at arbeiða fyri javnstøðumálum. Eitt nú tá hon gjørdist forkvinna í Útnorðurráðnum og fekk í lag ráðstevnu um kvinnupolitisk áhugamál í Føroyum, sum gjørdist grundarsteinurin undir Demokratia-nevndini, sum arbeiðir fyri at økja leiklutin hjá kvinnum í politiskum felagsskapum. Lisbeth sjálv hevði ein stóran leiklut í tilgongdini at stovna Demokratiu.

Lisbeth L. Petersen var mamma Elsu og Georg, og var einkja eftir Jákup Petersen, sum andaðist í 2001. Tey giftust í 1960. Seinastu árini hevur hon búð á ellisheimi og var 85 ára gomul, nú hon fór hiðani. 

Í samrøðu til  greinarøð um kvinnur í politikki, sum kann lesast á heimasíðuni hjá Demokratia, segði Lisbeth L. Petersen í 2014 um sína egnu politisku byrjan, at: 

- Eg hugsaði ofta, at “um hini kunnu, so kann tú eisini.”

Og hon hevði hesi ráðini til tær kvinnur, ið umhugsa at fara uppí politikk.

- Ikki missa mótið, ikki vera bangnar fyri at spyrja onkran, sum veit meira, og ver reiðilig. Erlig. Tað merkir ikki, at ein altíð skal siga alt. Men ikki lúgva.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. september
Bolero - Brahms og Chopin
180991
Fríggjadag 20. september
Brot úr Føroya søgu
180967
Fríggjadag 20. september
Góðan morgun Føroyar
180963
Fríggjadag 20. september
Morgunlestur fríggjadagur 20. september 2024
180552
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. september
Veðrið
181000
Fríggjadag 20. september
Prestur og Rógvi
180259
Fríggjadag 20. september
Løgreglukvinna og sløkkiliðsmaður
180263
Fríggjadag 20. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
180953
Mikudag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
180838