Umhvørvismálaráðið ger av, hvør sleppur at kæra vindmyllulund

Umhvørvismálaráðið ger av, hvør sleppur at kæra vindmyllulund
Tað er ivasamt, hvør kann kæra góðkenningina av umhvørvisárinsmetingini hjá SEV av Klivaløkshaga. Tað er Umhvørvismálaráðið, sum ger av, hvørjar kærur takast við
Vindmyllulundin í Klivaløkshaga
Mynd: SEV  
 
07.08.2024 - 18:00

Kærufreistin av góðkendu umhvørvisárinsmetingini, sum SEV hevur gjørt, er komandi fríggjadag.

Vindmyllulundin í Klivaløkshaga er partur av útbyggingarætlanini, sum SEV, Kommunufelagið og landsstýrið kunngjørdu í aprílmánaði.

Men tað er ivasamt, hvør kann kæra góðkenningina av umhvørvisárinsmetingini hjá SEV av Klivaløkshaga. Tað er Umhvørvismálaráðið,sum ger av, tá kærurnar eru komnar inn, um kæran skal takast við ella ikki.

 

Fólk hava møguleika at kæra

Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín Didriksen Strøm, vísti fyri góðari viku síðani á møguleikan hjá fólkum at kæra góðkendu umhvørvisárinsmetingina hjá SEV. 

Kærufreistin er, sum sagt, komandi fríggjadag, og kærast skal til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. 

Kærurætt hava einans tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónligan týdning fyri. Og, sambært Hilmari Høgenni, deildarstjóra í Umhvørvismálaráðnum, verður mett í hvørjum einstøkum føri, hvørji hesi eru. 

 

Raetta_Kaerumoguleiki_Klivalokshagi_-_Copy

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Heðin Brú 1:2
189508
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386