Lutakast um makrelveiðu: 12 sleppa fyrst avstað

Lutakast um makrelveiðu: 12 sleppa fyrst avstað
Vørn kastaði í dag lut millum 21 skip um raðfylgjuna at sleppa í norskan sjógv at fiska makrel
Lutakast hevur í dag verið um, hvør sleppur fyrst í norskan sjógv at fiska makrel
 
07.08.2024 - 16:21

Tilsamans 21 skip vóru í pottinum, nú Vørn stutt eftir døgurða í dag kastaði lut um raðfylgjuna at sleppa í norskan sjógv at fiska makrel.

Bert 12 skip sleppa at fiska í senn, og tí var neyðugt at kasta lut. 

Hesi 12 kunnu nú fara í norskan sjógv at royna eftir makreli, so skjótt tey hava søkt um og fingið tilsøgn frá Vørn. Treytin er, at skipini skulu vera farin til fiskiskap í seinasta lagi 24 tímar, eftir at tilsøgnin er givin - gera tey ikki tað, fellur tilsøgnin burtur, og skipið fer niðast á listan. Tilsøgnin er bert galdandi fyri ein túr í senn, og tískil fara skipini eisini niðast á listan eftir loknan túr, hetta fyri at tryggja, at øll sleppa framat.

Føroyar sleppa at fiska 35.191 tons, 40 prosent av føroysku makrelkvotuni í ár í norskum sjógvi. 

Sunnan fyri eitt ávíst breiddarstig er bara loyvt at brúka nót, ikki trol.

 

Lutakastið hjá Vørn í dag gav hesa raðfylgjuna:

1. Ran - 2. Gamli Jupiter - 3. Hoyvík - 4. Katrin Jóhanna - 5. Norðingur - 6. Norðfinnur - 7. Norðborg - 8. Borgarin - 9. Vestmenningur - 10. Jupiter - 11. Vesturvarði - 12. Tróndur í Gøtu - 13. Birita - 14. Gøtunes - 15. Fagraberg - 16. Christian í Grótinum - 17. Tummas T - 18. Eysturbúgvin - 19. Vesturbúgvin - 20. Arctic Voyager - 21. Ango.

 

Hoyrið innslag um lutakastið her:

Stefan_lutakast_makrelur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. september
Credo: "Eg prísi fría og frælsa tankanum"
180631
Leygardag 14. september
Jambalaja - 140924
180683
Leygardag 14. september
26. Upp á tá - 130924
180677
Leygardag 14. september
Vikan 14. september 2024
180653
Leygardag 14. september
Morgunlestur leygardagur 14. september 2024
180240
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. september
Veðrið - teknmálstulkað
180673
Leygardag 14. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
180669
Fríggjadag 13. september
Veðrið
180664
Fríggjadag 13. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
180609
Mikudag 11. september
Veðrið - teknmálstulkað
180497

Annað frá KVF