Høgni Hoydal: Eiga at seta á stovn sendistovu í Grønlandi

Høgni Hoydal: Eiga at seta á stovn sendistovu í Grønlandi
"Tað hendir nógv í bæði Grønlandi og Arktis í løtuni, og tí er løtan tann rætta at styrkja sambandið við Grønland," heldur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Høgni Hoydal
Mynd: Shutterstock.com  
 
05.08.2024 - 10:30

Tað verða nógvir fyrimunir fyri Føroyar, um samstarvið við Grønland verður styrkt, heldur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum. 

Hann mælir nú til, at føroysk sendistova verður sett á stovn í Grønlandi.

"Eg havi altíð hildið, at vit eiga at styrkja sambandið við Grønland, bæði tí vit søguliga altíð hava havt tætt samband við Grønland, men eisini tí vit hava nógv felags áhugamál," staðfestir Høgni Hoydal.

"Og so hendir nógv í Grønlandi í løtuni. Teir byggja flogvøllir, og vit síggja, at Íslandi hevur havt stórt gagn av at lata sendistovu upp í Grønlandi," leggur hann afturat. 


Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, heldur, at nú er rætta løtan at seta á stovn føroyska sendistovu í Grønlandi (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 

Fyrsta stigið at styrkja sambandið við Grønland er longu tikið, tí sendifólk Føroya í Íslandi er eisini akkrediterað til Grønland, ið merkir, at tað eisini hevur Grønland sum sítt arbeiðsøki.

"Men eg haldi, at tað hevði verið uppaftur betri at havt eina sendistovu í Grønlandi," sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum. 

 

Hogni_Hoydal_um_Gronlendska_sendistovu

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337