Føroya arbeiðsgevarafelag: Hvat fara integratiónsátøk at kosta vinnuni?

Føroya arbeiðsgevarafelag: Hvat fara integratiónsátøk at kosta vinnuni?
Neyvari metingar eiga at vera gjørdar, sum útgreina, hvat integratiónsátøkini, ið landsstýrið ætlar at seta í verk, fara at kosta hvørt sær, heldur arbeiðsgevarafelagið
Tilvildarlig mynd
Mynd: Savnsmynd  
 
05.08.2024 - 09:16

Føroya arbeiðsgevarafelag saknar eina neyvari meting, sum sigur, hvussu nógv tiltøkini í uppskoti landsstýrisins um integratiónslóg kosta hvørt sær.

Hendan meting eigur at verða gjørd, áðrenn uppskotið verður lagt fyri løgtingið, sigur arbeiðsgevarafelagið, sum annars tekur undir við ætlanini at styrkja integratiónina.

Í uppskotinum stendur, at roknast kann við, at skyldur í sambandi við integratión fara at vera lagdar á vinnuna, hóast tað ikki er við í uppskotinum, sum nú er gjørt. 

Arbeiðsgevarafelagið mælir til, at Føroya arbeiðsgevarafelag verður spurt í góðari tíð, um ætlanir eru at áleggja vinnuni serligar skyldur.

 

Kravið um arbeiðstímar má broytast

Felagið sigur, at væleydnað integratión krevur eisini broytingar í útlendingalógini.

Millum annað forðar kravið í útlendingalógini um, at fólk úr triðjalondum skulu arbeiða 40 tímar um vikuna, fyri málundirvísing, tí stundir eru ikki til hennara.

Tí er neyðugt at gera broytingar, so kravið um arbeiðstímar hjá fólki úr triðja londum verður javnsett við arbeiðskravið til ES-borgarar, tað eru 30 tímar um vikuna, siga arbeiðsgevarar.

Ella kunnu undirvísingartímar í føroyskum telja við í teimum 40 tímunum, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. mai
Morgunlestur týsdagur 13. mai 2025
191670
Týsdag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
191800
Mánadag 12. mai
Norðurljóð 12.mai 2025
191324
Mánadag 12. mai
NSÍ var leikliga betri, men KÍ vann
191761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. mai
Anna FD 564 - teknmálstulkað
191741
Sunnudag 11. mai
Møti úr Stranda missiónshúsi
191725
Sunnudag 11. mai
Andakt
191720
Leygardag 10. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
191687