Harris: Trump jabbar framvegis um syndring og vanvirðing

Harris: Trump jabbar framvegis um syndring og vanvirðing
- Amerikanska fólkið hevur betri uppiborið, segði Kamala Harris, varaforseti og forsetavalevni hjá Demokratunum, um at Trump hevur sett spurnartekn við hennara samleika
 
01.08.2024 - 12:00

Kamala Harris svaraði í nátt Donaldi Trump, sum í gjár, á einari ráðstevnu í Chicago fyri litt tíðindafólk, setti spurnatekn við upphavið og samleikan hjá Kamalu Harris. 

Á einum tiltaki í Houston í amerikanska statinum, Texas, segði Kamala Harris, at tosið hjá Donaldi Trump var tað sama gamla jabbið við syndring og vanvirðing.

- Amerikanska fólkið hevur betri uppiborið, segði hon.

 

Helt hana vera av indiskum uppruna

Tað var á einari ráðstevnu fyri litt tíðindafólk í Chicago, at forsetavalevnið hjá republikanarunum Donald Trump, segði um demokratiska valevnið, Kamalu Harris, at hon var als ikki svørt.

- Eg visti ikki, hon var svørt, fyrrenn fyri tveimum árum síðani, segði hann millum annað:

 

1688457


- Eg havi kent hana eitt sindur í nøkur ár, og helt hon var av indiskum uppruna, inntil fyri nøkrum árum síðani, tá hon brádliga bleiv svørt. Og nú vil hon vera svørt. So eg veit ikki - er hon indisk ella er hon svørt? spurdi Trump. 

Hann segði eisini, at hann hevði virðing fyri báðum fólkum, men tað hevði Kamala Harris eftir øllum at døma ikki.

- Eg haldi, onkur átti at kannað tað eisini, nú tú blívur við at spyrja so hatskt og ófólkaliga, segði hann við journalistin í samrøðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979