Enn eitt OL-vónbrot hjá Sverra Sandberg Nielsen

Enn eitt OL-vónbrot hjá Sverra Sandberg Nielsen
"Eg eri nøgdur við tað, ið eg avrikaði. Eg hevði eina góða kenslu í bátinum, men tað var bara ikki nóg gott," staðfesti Sverri Sandberg Nielsen, ið ikki rakk OL-finaluna
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
01.08.2024 - 09:21

Tað verður eingin føroyingur at síggja í einari OL-finalu í rógving. 

Hóast Sverri Sandberg Nielsen róði seks sekund skjótari í hálvfinaluni, enn hann gjørdi í fjórðingsfinaluni, so rakk tað ikki til eitt pláss í OL-finaluni. 

Sverri endaði á einum fjórða plássi aftan fyri Oliver Zeidler úr Týsklandi, Yauheni Zalaty úr Russlandi og Stefanos Ntouskos úr Grikkalandi. 

Tíðin hjá Sverra Sandberg Nilsen hevði fimtbestu tíðina í báðum hálvfinalunum, so hann róði nóg skjótt til at vera millum seks teir bestu. 

 

Var væl við til tað síðsta

Tá tað restaðu 264 metrar var Sverri Sandberg Nielsen á triðja plássi, men í spurtinum tapti hann til grikkan, ið vann OL-gull í Tokyo. 

"Tá tað restaðu 500 metrar, valdi eg at spurta, men tað gjørdi, at eg ikki hevði nakað eftir í tanganum, tá tað restaðu 100 ella 200 metrar," segði Sverri Sandberg Nielsen við TV2 eftir róðurin. 

"Tað hevur verið eitt hart kappingarár, og eg havi havi ikki havt tað støðið, ið skal til, fyri at koma heilt fram í oddin."

 

Væl nøgdur við avrikið

Sverri var tó rættiliga avkláraður við sítt avrik í hálvfinaluni. 

"Eg eri nøgdur við tað, ið eg avrikaði. Eg hevði eina góða kenslu í bátinum, men tað var bara ikki nóg gott. Tað var eisini ein hørð hálvfinala, ið eg endaðu í, so eg visti, at tað skuldi nakað eyka til fyri at koma í OL-finaluna." 

Eftir róðurin, so var Sverri Sandberg Nielsen mest irriteraður inná, at hann veit, at hann kann rógva betur enn tað, ið hann hevur víst við OL. 

"Tað er ikki super stuttligt at vita, at mann kann rógva betur enn hetta. Men eg eri heldur ikki super vónbrotin, tí eg havi vitað leingið, at tað fór at blíva torført at koma í OL-finaluna." 

Spurdur, hvat tað er, ið ikki hevur riggað í hesum kappingarárinum, tá hann hevur vitað, at finaluplássið var í vanda, so svaraði Sverri Sandberg Nielsen stutt og greitt: "Onga viðmerking."


Mynd: Ritzau/Scanpix

 

Nokk síðsta OL

Tað er óvist, um hatta var síðstu ferð, at vit síggja Sverra Sandberg Nielsen í oddinum fyri altjóða rógving. 

"Eg veit ikki ordiliga. Eg skal í øllum førum heim at gera okkurt annað í eina tíð, so fáa vit at síggja. Men eg vænti ikki, at tit síggja meg til eitt OL aftur," ásannaði Sverri Sandberg Nielsen.  


Mynd: Jakob Melgaard

 

Sára Maria eisini ov stutt

Sára Maria Johansen hevði eisini møguleika at rógva seg í OL-finaluna saman við danska áttaranum, tá tær róðu ein uppafturtøku-riðil fyri at koma í finaluna. 

Um danski OL-áttarin endaði nummar fýra av teimum fimm bátunum í riðlinum, so komu tær í finaluna. Men Sára Maria Johansen og hinar í danska bátinum megnaði ikki at fylgja við hinum fýra bátunum og endaðu sjey sekund aftan fyri italska bátin á fjórða plássi. 


Mynd: Jakob Melgaard
 

Harvið verður eingin danskur bátur at síggja í einari OL-rógvifinalu. Tað verður eisini fyrstu ferð síðani 1992, at eitt dansk rógvilandslið kemur heim aftur frá OL uttan eitt heiðursmerki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. september
Bolero - Brahms og Chopin
180991
Fríggjadag 20. september
Brot úr Føroya søgu
180967
Fríggjadag 20. september
Góðan morgun Føroyar
180963
Fríggjadag 20. september
Morgunlestur fríggjadagur 20. september 2024
180552
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. september
Veðrið
181000
Fríggjadag 20. september
Prestur og Rógvi
180259
Fríggjadag 20. september
Løgreglukvinna og sløkkiliðsmaður
180263
Fríggjadag 20. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
180953
Mikudag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
180838