Kamala Harris fær onga mótstøðu

Kamala Harris fær onga mótstøðu
Tað er nú greitt, at Kamala Harris er einasta navnið, tá Demokratarnir formelt skulu tilnevna sítt forsetavalevni
Mynd: Evelyn Hockstein/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
31.07.2024 - 14:27

Eingin annar í Demokratiska flokkinum hevur bjóðað Kamalu Harris av, og hon er tann einasta, sum er skikkað til at gerast valevni, sigur flokkurin sambært NTB.

Eftir hjá flokkinum er nú bara formliga at velja Kamalu Harris. Hon verður útnevnd forsetavalevni eftir talgilda atkvøðugreiðslu, sum byrjar í morgin og endar mánadagin.

Ein nýggj meiningakanning hjá Bloomberg vísir, at Kamala Harris nú er frammanfyri Donald Trump í fleiri av sveiggjstatunum. Samanlagt fær hon 48 prosent undirtøku í sveiggjstatunum, og Donald Trump fær 47 prosent. Óvissan í kanningini er eitt prosent.

Harris er frammanfyri við 11 prosentstigum í Michigan og tveimum prosentstigum í Nevada, Arizona og Wisconsin. Trump er frammanfyri við fýra prosentstigum í Pennsylvania og tveimum prosentstigum í North Carolina.

Í Georgia stendur púra á jøvnum millum tey bæði.

Líkt er til, at tað verða sveiggjstatirnir, sum fara at avgera forsetavalið 5. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762