Sverri tók seg í hálvfinalurnar eftir góðan endaspurt

Sverri tók seg í hálvfinalurnar eftir góðan endaspurt
Sverri Sandberg Nielsen róði seg trygt í OL-hálvfinalurnar fyri einskullara. Miðvingurin endaði á 2. plássi í fjórðingsfinaluni aftan fyri Thomas Mackintosh úr Nýsælandi
Sverri Sandberg Nielsen vísti, at hann framvegis eigur ein góðan endaspurt, tá hann róði seg í OL-hálvfinaluna
Mynd: Bertrand Guay/AFP/Ritzau Scanpix  
 
30.07.2024 - 09:43

Sverri Sandberg Nielsen hevur róð seg í OL-hálvfinalurnar fyri einskullara.

Miðvingurin endaði á 2. plássi í fjórðingsfinaluni fyrrapartin aftan fyri Thomas Mackintosh úr Nýsælandi.

Nýsælendingurin vann við tíðini 06:48.01, og Sverri Sandberg Nielsen kom á mál umleið hálvt annað sekund seinni við 06:49.69.

Bruno Cetraro Berriolo úr Uruguay fekk triðja plássið í hálvfinaluni við tíðini 06:51.43

Leingi var spenningur í róðrinum, og Sverri Sandberg Nielsen kappaðist við Berriolo og Lucas Verthein Ferreira úr Brasil um plássini aftan fyri Nýsælendingin. Men á síðstu 500 metrunum vísti føroyingurin, at hann framvegis eigur einn góðan endaspurt, tá hann róði seg av 3. og fram á 2. plássið.

Rógvararnir úr Brasil, Monako og Hong Kong vóru ov stuttir.

OL--hálvfinalan hjá Sverra Sandberg Nielsen verður hósdagin.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946