Suðuroyartunnilin við at gerast veruleiki

Suðuroyartunnilin við at gerast veruleiki
Í løglistanum fyri hesa tingsetuna eru trý lógaruppskot, sum gera tað
Nú nærkast.
 
29.07.2024 - 13:45

Suðuroyartunnilin er nú við at gerast veruleiki.

Í løglistanum fyri hesa tingsetuna eru trý lógaruppskot, sum gera tað.

Eitt er um at yvirtaka Íleggingargrunnin, og eitt er um geva partafeløgunum Suðuroyatunlinum og Vága floghavn pengar úr grunninum, annaðhvørt sum studning ella lán, avdráttarfrítt og við ongari ella lagaligari rentu.

Triðja lógaruppskotið eitur løgtingslóg um at fyrireika og projektera undirsjóvartunnil millum Suðuroy og Sandoy við hartil hoyrandi vegagerð.

Uppskotið gevur P/f Suðuroyartunlinum heimild til at prosjektera og senda verkætlanina um undirsjóvartunnil millum Suðuroy og Sandoy við har tilhoyrandi vegagerð í útboð. 

Uppskotið verður lagt fyri tingið í heyst.

Góðar 650 mió. kr. eru í Íleggingargrunninum, sum kom í 1964.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193457
Týsdag 17. juni
Veðrið
193424
Mánadag 16. juni
3-2 (16. september 2025)
193379