Ivasamt veður á ólavsøku

Ivasamt veður á ólavsøku
Tað, ið øll spyrja seg sjálvan í hesum døgum er, hvussu verður veðrið á ólavsøku. Svarið er ivasamt, og tað er ymiskt alt eftir hvørja veðurstovu, tú hyggur eftir
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.07.2024 - 14:48

Vit fáa einki gjørt við tað, veðrið, men tað er nakað, ið ávirkar okkum nógv, serliga á ólavsøku.

Veðurstova Føroya boðar í nýggjari forsøgn frá, at veðrið á ólavsøku verður tað, ið best kann lýsast sum nøkulunda.

Og hvat er so tað, jú, veðurstovan roknar við, at tað fyri tað mesta verður turt ólavsøkuaftan, meðan møguleiki er fyri regni og ælaveðri ólavsøkudag.

Á veðurmáli ljóðar tað soleiðis:

Ólavsøkuaftan: Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, seinni sunnan. Skiftandi skýloft, turt fyri tað mesta, tó í støðum mjørki og kanska driv. Hitin 10 til 14 stig.

Ólavsøkudag: Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin 10 til 13 stig.

Tað eru framvegis tríggir dagar til ólavsøku, og tí kann forsøgnin broytast.

 

Íslendingar bjartarskygdar um ólavsøkuveðrið

Nú er Veðurstova Føroya bara ein av fleiri veðurstovum her upp í Norðuratlantshavi. Íslendingar eiga Belgingur, og har eru tey munan bjartskygdari um ólavsøkuveðrið. 

Tað merkir turt og sólglottar fyrrapartin ólavsøkuafta, tá setanin skal vera, og so skal tað dryppa eitt sindur, meðan kappróðurin er. Men so verður turt restina av kvøldinum. Um náttina fer at dryppa eitt sindur aftur.

Ólavsøkudag skal verða heilt góður. Gaman í dryppar eitt sindur inn til klokkan 9 um morgunin, áðrenn tað slítur í, og so verður turt og sól inntil um náttina, tá tað aftur fer at regna. 

 

Norðmenn og føroyingar samdir

Veðurforsøgnin fyri ólavsøkuna hjá norðmonnum í yr.fo minnir um ta hjá Veðurstovu Føroya. 

Ólavsøkuaftan sær soleiðis út:

Ólavsøkudagur: 

 

Spennandi verður at fylgja við, hvussu leikur fer næstu dagarnar við veðrinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. desember
Mono - Kvinnur í countrytónleiki (5:5)
184972
Týsdag 10. desember
LEITISSTEIN 10.12.2024 (Teitur)
184928
Týsdag 10. desember
Samværi 052 - Hvussu finni eg tíð?
184911
Týsdag 10. desember
RagnarRokk: Francesco Paoli um Opera
184906
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184942
Týsdag 10. desember
Veðrið
184922
Týsdag 10. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184893
Sunnudag 8. desember
Andakt við Tummasi Jacobsen
184812