Joe Biden tekur seg aftur

Joe Biden tekur seg aftur
Amerikanski forsetin Joe Biden boðaði fyri løtu síðan frá, at hann kortini ikki stillar upp til forsetavalið í heyst
Joe Biden hevur tikið seg aftur sum valevni til forsetasessin í USA
 
21.07.2024 - 19:31

"Eg havi gjørt av ikki at taka við tilnevningini og at brúka alla mína orku upp á mínar skyldur sum forseti, tað sum eftir er av mínum skeiði."

Soleiðis segði sitandi amerikanski forsetin Joe Biden í fráboðan fyri løtu síðan, har hann tekur seg aftur sum forsetavalevni og í staðin gevur sitandi varaforsetanum Kamalu Harris sín fulla stuðul sum forsetavalevni.

Sostatt verður tað eftir øllum at døma - um hon fær undirtøku á demokratiska flokstinginum - Kamala Harris, sum skal stilla upp fyri Demokratarnar móti Donaldi Trump og Republikanarunum á forsetavalinum í november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
205289
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229