Stuðul til film

Stuðul til film
Tvær milliónir krónur skulu býtast út til filmsverkætlanir í hesum umfari
 
20.07.2024 - 10:16

Almanna- og mentamálaráðið lýsir nú við møguleikanum at søkja um stuðul til film í 2024.

Talan er um seinna umfar, og freistin at søkja er 1. september 2024, kl.15:00.

Stuðulin kann veitast til ymsar tættir innan filmsgerð, harundir hugskots- og handritsmenning, undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu. Stuðulin kann verða játtaður einstaklingum, bólkum ella feløgum.

Stuðulin til film er 4,5  milliónir krónur í 2024, og eftir at býta út í hesum umfari eru umleið  2 milliónir krónur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Mánadag 14. juli
RagnarRokk: Jean-Ken Johnny um X.V. e.p.
194122
Mánadag 14. juli
Morgunlestur mánadagur 14.juli 2025
194085
Nýggjastu sendingar í SV