Tvey kommunulæknastørv mannað

Tvey kommunulæknastørv mannað
Hanus Debes Joensen er settur í starv sum kommunulækni í Skálafjarðar læknadømi, og Dávið Michelsen er settur í starv sum kommunulækni í Suðurstreymoyar læknadømi
Heilsutrygd hevur sett kommunulæknar í Skálafjarðar læknadømi og Suðurstreymoyar læknadømi.
 
17.07.2024 - 15:16

Heilsutrygd hevur sett Hanus Debes Joensen í starv sum kommunulækna í Skálafjarðar læknadømi.

Hann tekur við starvinum í viðtalu 4 á Strondum eftir summarfrítíðina um eitt ár.

Hanus Debes Joensen nam sær embætisprógv í læknafrøði í 2005, og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í 2014.

 Dávið Michelsen er settur í starv sum kommunulækni í Suðurstreymoyar læknadømi. Hann tekur við starvinum í viðtalu 4 í Gundadali 1. september.

Dávið Michelsen nam sær embætisprógv í læknafrøði í januar, og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í 2022.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 15. mars
Sending við countrytónleiki
189254
Leygardag 15. mars
Upp á tá - 140325
189245
Leygardag 15. mars
Vikan 15. mars 2025
189241
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119