Afturkalla vistfrøðiligt quinua

Afturkalla vistfrøðiligt quinua
Heilsufrøðiliga starvsstovan afturkallar vistfrøðiligt quinua.
 
17.07.2024 - 18:40

Tað er virkið Aurion A/S, sum afturkallar vørur, ið innihalda vistfrøðiligt quinua, har pestisitið chlorpyrifos er ávíst.

Heilsufrøðiliga starvsstovan skrivar á heimasíðu sínari um vøruna, at tað ikki kann útihýsast, at tað kann stava heilsuvandi av vøruni. Tað avgerandi er, at brúkarar ikki fáa ov nógv pestisid í longri tíð. Tað er ikki einstaka máltíðin, sum er avgerðandi, men tað ein etur yvir longri tíð. Brúkarar uppliva tí ikki akutt symptomir.

Ráðini til borgaran eru, at tey, sum eru ovurviðkvom ella hava intolerancu fyri hesum allergenum ikki eiga at eta hesa vøru. Vørurnar eiga tí at verða lætnar aftur haðani tær eru keyptar ella beindar burtur.

Meira um vøruna sæst at lesa á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, hfs.fo. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. mai
"Her er einki annað ljóð."
191893
Mánadag 19. mai
Morgunlestur mánadagur 19.mai 2025
192051
Mánadag 19. mai
Góðan morgun Føroyar
192041
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018
Sunnudag 18. mai
FM í estetiskum fimleiki 2025
192023
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925