30 milliónir aftur fyri heilsutrygdargjald

30 milliónir aftur fyri heilsutrygdargjald
Landskassin fer at gjalda teimum, sum av órøttum hava goldið heilsutrygdargjald í Føroyum, 30 mió. kr. í endurgjaldi
Heilsutrygd slapp ikki í Hægstarætt.
 
17.07.2024 - 06:02

Landskassin fer at gjalda teimum, sum av órøttum hava goldið heilsutrygdargjald í Føroyum, 30 mió. kr. í endurgjaldi.

Tað er metingin hjá Heilsutrygd, stendur í landsroknskapinum fyri 2023.

Í nøkur ár hevur verið trætast um, um fólk, sum eru við skipum í øðrum londum, útisiglarar, sum tey vera rópt, skulu gjalda heilsutrygdargjald í Føroyum.

Tað eiga tey ikki, segði Føroya rættur á heysti 2021. Og tað segði Landsrættinum eisini.

Heilsutrygd kann ikki krevja heilsutrygdargjald frá fólki, sum nordisk konvention om social sikring umfatar.

Tá Heilsutrygd ætlaði í Hægstarætt við málinum, fekst ikki loyvi frá Processbevillingsnævnet til tess.

Løgtingið hevur síðani tikið undir við uppskoti frá Heilsumálaráðnum um, at heilsutrygdarlógin verður broytt, so samsvar verður millum hana og nordisk konvention om social sikring um heilsutrygdargjald. 

Í næstu tingsetu kemur lógaruppskot um, at útisiglarar, sum hava goldið heilsutrygdargjald av órøttum, kunnu fáa pengarnar aftur.

Talan er um 30 mió. kr. sigur metingin hjá Heilsutrygd.

   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. mai
"Her er einki annað ljóð."
191893
Mánadag 19. mai
Morgunlestur mánadagur 19.mai 2025
192051
Mánadag 19. mai
Góðan morgun Føroyar
192041
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018
Sunnudag 18. mai
FM í estetiskum fimleiki 2025
192023
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925