Eykajáttan til ferjuleguna á Syðradali

Eykajáttan til ferjuleguna á Syðradali
Teistin skal í framtíðini røkja Kalsoyarleiðina, Ternan Nólsoyarleiðina, og Sam skal nýtast til eykaskip
Teistin hevur verið royndartúr á Syðradali. Ætlanin er, at hann skal røkja Kalsoyarleiðina í framtíðini.
Mynd: Simon Nordendal  
 
16.07.2024 - 13:52

Løgtingið skal tó fyrst koma við eini eykajáttan upp á nakrar milliónir, millum annað fyri at gera broytingar á ferjuleguni á Syðradali og flyta rampuna í ferjuleguni í Skopun til Syðradals.

Erla Kongsdóttir er farin aftur í sigling í dag, eftir at hava ligið í 11 mánaðir, og ymsar umvælingar eru gjørdar.

Nýggjasta skipið hjá Strandferðsluni skal røkja Hestleiðina.


Erla Kongsdóttir er nú farin í sigling á Hestleiðini. Her sæst hon á Gomlurætt. 

 

Tað ger, at ymsar broytingar eisini verða gjørdar á øðrum farleiðum. 

Ternan, sum hevur røkt Hestleiðina seinastu mánaðirnar, verður fyribils løgd, men í august skal hon avloysa á Kalsoyarleiðini, tá ið Sam skal á beding, og í september fer hon at avloysa á Nólsoyarleiðini, tá ið Teistin fer á beding.

Niels Juel Arge, stjóri í Strandferðsluni, ætlar at gera broytingar í leiðunum, men fyrst skal løgtingið koma við eini eykajáttan.

 

Niels_J1

 

Ternan skal í framtíðini røkja Nólsoyarleiðina. 
 

Talan hevur verið um at selja Teistan, men tað er Niels Juel Arge harðliga ímóti.

Hann vil nýta Teistan á Kalsoyarleiðini, Ternuna á Nólsoyarleiðina, og Sam skal nýtast til eykaskip. 

 

Niels_J2


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. desember
Breddin: Sosialu miðlarnir skulu rudda upp
185004
Mikudag 11. desember
Mono - Kvinnur í countrytónleiki (5:5)
184972
Týsdag 10. desember
LEITISSTEIN 10.12.2024 (Teitur)
184928
Týsdag 10. desember
Samværi 052 - Hvussu finni eg tíð?
184911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184942
Týsdag 10. desember
Veðrið
184922
Týsdag 10. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184893
Sunnudag 8. desember
Andakt við Tummasi Jacobsen
184812