Søkja eftir búskaparfrøðingi til príseftirlit

Søkja eftir búskaparfrøðingi til príseftirlit
Evstamark at søkja er 22 juli, og ætlanin er, at tann, ið settur verður, skal byrja í starvinum 1. september, ella skjótast til ber
Løgtingið hevur samtykt at geva Kappingareftirlitinum heimild at hava eftirlit við prísunum í Føroyum. (Savnsmynd)
 
15.07.2024 - 13:20

Kappingareftirlitið søkir eftir búskaparfrøðingi til millum annað at umsita príseftirlit, nú avgjørt er at príseftirlit skal setast á stovn.

Starvið fevnir í høvuðsheitum um at gera búskaparligar greiningar í sambandi við marknaðarkanningar, kanningar av vinnulívsgreinum og í sambandi við brot á kappingarlógina. 

Í løtuni hava vit einki príseftirlit í Føroyum, men løgtingið hevur samtykt at geva Kappingareftirlitinum heimild at hava eftirlit við prísunum í Føroyum, og peningur er settur av til endamálið.

Kappingareftirlitið hevur fingið fleiri heimildir og víðkað virkisøki í kappingarlógini til at hava betri eftirlit við prísi.

Tað hevur fingið betri amboð at regulera møgulig lógarbrot.

 

Fleiri amboð

Tað fær fleiri amboð at fremja virkna kapping, millum annað við marknaðargreiningum, tá ábendingar eru um, at kappingin á einum marknaði ikki virkar.

Tað kann vera, tí prísirnir ella vinningurin eru ov stórir.

Tann, ið verður settur í starvið, skal byrja í starvinum 1.september í ár, ella skjótast til ber. 

Evstamark at søkja starvið er mánadagin 22.juli. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 15. mars
Sending við countrytónleiki
189254
Leygardag 15. mars
Upp á tá - 140325
189245
Leygardag 15. mars
Vikan 15. mars 2025
189241
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119